í Ribarhúsi verður aftur í ár spennandi fleirfalt “STØKK-UPP”…og ókeypis at koma inn :)
So er at seta kross í kalendaran 25.-26. apr. 2025. Vælkomin til Fuglafjarðar – í Ribarhúsi fært tú: fleirfalt støkk-upp, Lúkukafé, framløgur, sangframførslur, gallarí, gávubúð, ullavirking og hugna, alt í einum og sama húsi og minst til …tað er ókeypis at koma inn –
Helen og Elisabeth í Gallarí Ribarhúsi
Hósdagin 3. apríl lata tær báðar Helen á Lakjuni og Elisabeth Bakka upp eina forvitnisliga framsýning -Fernisering er kl.16. og øll eru hjartaliga vækomin. Tær báðar, Helen og Elisabeth, hava bæði gott hugflog og gott handalag. Motivini eru fjølbroytt og hjá teimum báðum er altíð okkurt nýtt og spennandi at síggja. Um tú ert forvitin […]
Jens Klæmint Jacobsen saman við døtrum og versoninum Sam í Ribarhúsi
Ein hugfarslig, spennandi og ørvísi framsýning letur upp í Ribarhúsi nú leygardagin 8. mars kl. 16 . Tað er Jens Klæmint Jacobsen – kanska serliga er kendur fyri sínar beinraktu karikaturtekningar og hansara 6 døtur og versonurin Sam, sum sýna fram. Ferinisering verður leygardagin 8. mars kl 16.00-18.00 har Sædis Eilifsdóttir sigur nøkur orð – […]
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag hevur aðalfund og hugnaløtu í Ribarhúsi týskv.11 mars – síggjast :)
Ribarhús – list – handverk – gávur. Hjartaliga vælkomin til hugnaløtu og aðalfund í Gallarínum komandi týskvøld 11. mars kl. 19.30 – Fyrst fáa vit ein góðan duss við lekkrari køku afturvið og vitjan av ”Uppskrift.fo”, sum koma at fortelja okkum ymiskt áhugavert. Kl. 20.30 er Aðalfundur við lýstari skrá á www.ribarhus.fo Vit gleða okkum […]
Opið er
May to Sept: Old Shop and Art Gallery mán/mon - frí/fri kl. 10.00 - 17.30 leyg/sat. kl. 11.00 - 14.00 Sept to May : Old Shop and Art Gallery mon/fri kl.13.00 - 17.30 sat kl.11.00 - 14.00
Les onnur tíðindi