Tíðindi

Dania Jóannesardóttir í Ribarhúsi.

– Týsdagin 31. okt kl.15 lat ein nýggj framsýning upp – leygardagin 4. nov kl. 11 er Dania til staðar í Ribarhúsi og ein dussur at fáa  – Hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. . Tað er Dania Jóannesardóttir úr Hoyvík sum sýnir fram Hon er sjálvlærd og málar við akvarell, akryl og oljukriti. […]

Kafé kvinnur 60+ á Ribarslofti

So er  kafé fyri kvinnur 60+ byrja aftur – Hvønn týsmorgun – ella nærum hvønn týsmorgun í vetur. Kl. 10 til kl. 12 – møtast konur til kaffidussar hugna  prát og stokkar Allar eru hjartaliga vælkomnar.

Heidi og Randi søluframsýning á Ribarslofti

3,august lata ”tvillingarnir hjá Ragnvald” – soleiðis eita tær báðar her í húsinum, framsýning upp á Ribarslofti við list og prýðislutum. Tær báðar hava heilt frá barnsbeini av dámt væl at tekna og  veri kreativar. Hetta er teirra fyrsta framsýning  og sjálvandi er hon her í húsinum 😊 Tær eru jú uppvaksnar her  í Fuglafirði.Tær […]

Lív í Baianstovu í Ribarhúsi

Mánadagin 24/7 kl 13 er Vernissage í Ribarhús við listakvinnuni Lív í Baianstovu. Til høvið syngja Rógvi Oddvørson og hon 2 sangir saman. Upplestur verður úr skaldsøguni Hjarta mítt fyri fót tín. Til góman verður eitthvørt. Framsýningin er opin til 29/8.

Dorte Jensen við seymaðum portrettmyndum í Ribarhúsi

Hendan serliga framsýningin letur upp mánadagin 3. juli kl. 16 – Listakonan er til staðar – Kaffi fæst til keyps í Lúkuni. Framsýningin hongur í Ribarhúsi til 22.juli. Um undirtøka er fyri tí, fer Dorte at hava skeið í portrett-myndaseyming  13. til 17.mai 2024 á Ribarslofti.- Tit sum hava hug at luttaka kunnu skriva í […]

Summartónar í Ribarhúsi: Móðir Jørð – mold undir neglunum

Leygardagin 24. juni  kl. 16 – ókeypis atgongd – Øll hjartaliga vælkomin Bólkin mynda Lív í Baianstovu løg, sangur, gittar, munnharpa Johan Petur Andreasen harmonika Agnar Lamhauge bassur Jonleif Jensen trummur Singersongwriter grundað í fólkatónleiki við útsetingum í ymsum tónleikastílum. Virkin síðan 80´ini í Føroyum og Svøríki, á palli nú við elitu tónleikarum – við stakløgum sum Flag, Kaffi Latte, Eydna (Youtube) og […]

Summartónar í Ribarhúsi frí 9. juni kl. 10 til 12 og ley. 10. juni kl. 15 til 17

Kom ein túr í Ribarhús og njót góðar klasiskar tónar saman við listaframsýningini hjá Øssuri J Mohr. Ein góður kaffidussur fæst til keyps í Lúkuni 🙂 Ókeypis atgongd  

Øssur Mohr í Ribarhúsi

 Týsdagin 6. juni kl 17.  letur framsýning upp í Ribarhúsi við verkum hjá listamanninum Øssuri Mohr.  Til upplatingarløtuna syngur Jákup á Lakjuni nakrar sangir, og hann fer eisini at siga nøkur orð og hava eitt prát við Øssur um listina. Ein kaffimuður við onkrum afturvið verður at fáa. Framsýningin er opin til 2.juli 2023

Eli Smith í Ribarhúsi.

Framsýningin letur upp 12 mai kl 17   Døgg Nónsgjógv syngur   –  og ein kaffidussur er at fáa – øll eru vælkomin. Føroyski listamaðurin Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari (sokallaðir grótmálningar) og í næstu løtu sker […]

Fuglafjarðar Kvøldskúli framsýning í Ribarhúsi frá 25. apríl til og við 1. mai