Tíðindi

Vælkomin til “Streetbinding”

Nú hóskvøldið 5.mars kl. 19 er aftur “streetbinding” á Ribarslofti 🙂 …tað kostar onki at luttaka –  minnist bara til, at hava tógv, stokkar og hekklinál við. Eisini er ein hyggeligur dussur á skránni 🙂

Fuglafjarðar Kvøldskúli heldur eisini til á Ribarslofti

Kom við til “STREETBINDING”/HEKKLING

…ella “tógvgrafitti” sum tað eisini kallast. Ætlanin í ár, er at binda og hekkla upp á rekkverk, pelar, trøð o.a. ymsastaðni í býnum. Vit hittast fyrstu ferð mánakvøldið 23.sep. kl. 19 – 21, har vit fara at tosa um “hvat og hvussu”saman við einum kaffidussi 🙂 Havið stokkar/hekklinálir og tógv við! Á myndini ovast,eru nøkur […]

Nú eru vit farin í gongd við seyming av endurnýtslu taskunum !

Seymingin av endurnýtslutaskum byrjaði í morgun, mánadag 26. Kl. 10. á Ribarslofti. Vit vóru nakrar sum hugagóðar møttu uppí morgun, og fingu gongd á klippingina og seymingina. Týsdagin 27. august. klokkan 19.00 verður hildi fram á Ribarsloftinum – har er nógv lekkurt endurnýtslutoy, sum liggur klárt at klippa, sumt er entá longu klippt og klárt […]

Nýggj heimasíða – www.ribarhus.fo

Ribarhús og Piddasahandil fingið nýggja heimasíðu í dag. Tað er KREA, ið hevur sniðgivið og forritað. Vit eru ordiliga glað fyri úrslitið. Hendan síðan er eisini responsiv – tað merkir, at hon tillagar seg á telefon og teldlum. Á heimasíðuni hevur tú møguleika at fylgja við tiltøkum, ið fara at vera og eisini ber til […]