Tíðindi

Ribarhús fríggjadag 12. og leygardag 13. apríl – báðar dagar opið kl. 11 til 18

Mini “Støkkupp” Sølumiðstøð í Ribarhúsi 12.-13. apr. 2024. Opið báðar dagar kl. 11 til 18

Eitt sera hugnaligt gamalt hús við tveimum inngongdum –  einari bláari hurð ”heimeftir” og eini reyðari  hurð ”norðeftir”. Inni her, millum bjálkar, brettir,  gamlar hyllar, skivur og knirkandi trappur – eru nógvir hugnaligir krókar har tú kanst sita við stokkum og einum dussi. Ella bara ganga í tímavís og hugna tær og hitta fólk og […]

STØKK-UPP í Ribarhúsi frí. 12. og ley.13. apríl –

Mentanardagar 2023 í okkara húsi.

Nógv spennandi – café, og “støkkupp cáfé”, mála á leir verkstaður, listaframsýning/ fernisering, tónleikur, Elva hevur “mála á keramikk-verkstovu”, leyg og sun –  handil o.m.a. og Ranvá við Dreymakøkunum selur sínar dreymakøkur í Lúkukaffi,  leygardag frá kl. 14 Piddasahandil er opin allar dagarnar og selur føroyskar dygdarlutir 🙂 Ribarhús er karmur um forkunuga listaframsýning úr […]

Piddasahandil – Ribarsloft – Ribarhús og Lúkukaffi á Varmakeldu

Hjartaliga vælkomin –  úr Lúkuni fæst ein góður dussur við heimabakstri afturvið  til keyps – í Piddasahandli (the Old Shop)  fáast m.a. lekkrar ullintar troyggur og nógv annað spennandi heimavirkað –  bæði til brúks og prýðis.  Og á Piddalofti ein rúgva av bókum – nógvar til ein góðan prís . Søguligi bygningurin er altíð eina […]

Fuglafjarðar Kvøldskúli framsýning í Ribarhúsi frá 25. apríl til og við 1. mai

Alt í einum og sama húsi 20., 21. og 22. apr. 2023

STØKK-UPP í Ribarhúsi 20., 21. og 22. apr. 2023 10.00 – 18.00 Alt í einum og sama húsi LÚKUKAFFI – hevur opið við ymiskum leskiligum – bæði søtt og ósøtt PIDDASAHANDIL – hevur sera lekkurt, flott og fjølbroytt úrval av ymiskum heimavirkaðum GALLARÌIÐ   – verður karmur um eina øðrvísi framsýning og ein pall. ”vøru og […]

Ribarhús 20.-22. apríl: Fleirfalt STØKK-UPP

Í døgunum 20.-22. apríl 2023. Tað verða fleiri handlar, fyritøkur og einstaklingar, sum koma at hava sølustøð runt um í húsinum hesar dagarnar, meðan Bindifestivalur er í býnum. ØLL eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvi her. – tað er ókeypis at koma inn !!  Piddasahandil – okkara heimavirkishandil er sjálvandi eisini við, og […]

Aðalfundur á Ribarslofti 11. mars 2023

Til allar limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag Aðalfundur við morgundrekka verður á Ribarslofti leygardagin 11. mars 2023 kl. 11.00 Byrjað verður við morgundrekka FYRIBILS SKRÁ TIL AÐALFUNDIN: Val av fundarstjóra og fundarskrivara Frágreiðing frá farna ári Framløga av grannskoðaðum roknskapi Val av nevnd og tiltakslimum Val av grannskoðara Ásetan av limagjaldi Mál til viðgerðar (uppskot frá […]

Jólasølumarknaður og nógv annað gott