Onnur skeið – Summarskeið 2020 fyriskipað av Visit Eysturoy

Nýtt upp á stokkarnar í Fuglafirði

 (6 tímar)

Njótið dagin saman við vinkonunum og lærið nýggjan bindingarhátt í hugnaligum umstøðum í Fuglafirði. Gjøgnum dagin verður hjúklað um tykkum við góðum mati úr føroyskari rávøru.

Noðastova

Tit byrja í nýggja heimliga tóhandlinum á havnarlagnum, har tit fáa tógv og stokkar og vegleiðing til dagsins uppgávu. Og sjálvandi kaffi við føroyskum ísi afturvið.

Ribarhús/Muntra

Dugnaligi undirvísarin setir tykkum í gongd við uppgávuna. Tað kann vera til dømis sjalsbinding, entrelac-binding ella fair isle-binding.
Bundið verður út frá einari grunduppskrift, men tað er frítt at seta tykkara egna dám á við litum, mynstrum og sniði undir kønari vegleiðing.
Ímeðan tit hava stokkast, hevur kokkurin á Muntra gjørt tykkum ein vælumtóktan fiskarætt, sum verður serveraður fyri tykkum í Ribarhúsi.

Fjord/Miðstaðarlundin

Stundir verða eisini at leggja frá sær og fara út at forvitnast eitt sindur. Vit støkka inn á gólvið í Fjord, har borðreitt verður við kaffi og føroyskari sjokolátu, og tit fáa søguna um kreativa íverksetan og hennara ymisku uppgávur.

Aftaná ganga vit ein túr gjøgnum miðstaðarlundina yvir aftur í Ribarhús at arbeiða víðari.

Undirvísing:

3. juni: Fair Isle-binding
13. juni: Entrelac-binding
17. juni: Domino-mynstur
27. juni: Hekkla ommupuntar
1. juli: Lær at binda bundnaturriklæði

Fyriskipari av túrinum er Visit Eysturoy

Við í prísinum er:

Umframt undirvísing eru stokkar (eitt sett), tógv (2 noðu/litaðar hespur), lættur rættur, kaffi, ísur og sjokuláta.

At hava við:

Gott lag, kanska eyka tógv/litir (eintráðað Snældan til turriklæðið, annars tveytráðað Navia).

Vit møta við Kunningarstovuna í Fuglafirði. Parkeringspláss eru eisini við Mentanarhúsið.

Man má duga grundleggjandi bindi teknikkir. Um uppgávan er ov trupul, hava vit onkra lættari uppgávu, so óroynd eisini kunnu hugna sær.