Gott nýggjár – vit síggjast
Nú vit eru komin gott og væl inn í 2026 – skulu vit boða frá at Ribarhúsi – handilin, gallaríið og Kunningarstovan eru stongd allan januar. Vit rudda vaska og gera í stand. Opið er aftur fyrst í februar, tá eisini ein nýggj listaframsýning er á gomlu nýmálaðu veggjabrettunum í gallarínum. Meir um tað seinni. […]
Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)
Erna Luðvíks er íslendsk og hevur nú í nakrar vikur ferðast/búð í Fuglafirði. Tann 11. oktobur hevði hon eitt málningaskeið við børnum á Ribarslofti – málningarnir sum børnini gjørdu tann dagin eru við á framsýningini. Fernisering verður týsdagin kl. 17 har øll eru hjartaliga vælkomin – Erna sigur nøkur orð og Sólrun syngur – okkurt […]
Heystframsýning í Ribarhúsi –
Fitt heystframsýning letur upp í Ribarhúsi fríggjadagin 10. oktobur og hongur uppi til 18. oktobur. – Tað eru børnini á dagstovnunum í Fuglafirði, sum eiga listarverkini sum vera sýnd fram. So allar dagarnar í heysfrítíðini hava tit møguleika at vitja Ribarhús og síggja hesa fittu framsýningina, sum børnini í Fuglafirði eiga 🙂 Leygardagin 11. okt […]
Ribarsloft: týsdagar í vetur kl. 10 til 12 er kafé fyri kvinnur 60+
Fyrstu ferð 16. sept – Allar kvinnur 60+ eru hjartliga vælkomnar til hugna, kaffiduss og prát – og vælkomnar at hava handarbeið við 🙂
Opið er
May to Sept: Old Shop and Art Gallery mán/mon - frí/fri kl. 10.00 - 17.30 leyg/sat. kl. 11.00 - 14.00 Sept to May : Old Shop and Art Gallery mon/fri kl.13.00 - 17.30 sat kl.11.00 - 14.00
Les onnur tíðindi