TÍÐINDI
Ribarhús – Summartónar við Elin Brimheim Heinesen fríggjadagin 28. august kl. 17.
Ribarhús: Fjølbroytt listaframsýning á mentanardøgunum 2026
Ribarhús 25. juni kl. 20 konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Andreu Stauss Hofmmann, klaver
Ribarhús – Summartónar 19. juni kl. 17 – BETTYS QUARTET spælir
Aðalfundur Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – 9. mars kl. 19.30 – í Ribarhúsi
Konsertin er útsett !!- konsert í Ribarhúsi við Jacobinu Ellingsgaard og bólki.
Mentanardagar í Ribarhúsi
Í dag hósdag 3. sept ella rættari, í kvøld byrja Mentanardagarnir 2026 í okkara húsið við at ein listaframsýning letur upp klokkan 21 – ella rættari, eftir setanina av MD.
Tað verður Rudi Luid Dahl sum setur framsýningina – sum hon eisini hevur skipa fyri at fáa í lag – ein spennandi framsýning við 7 ymiskum listafólkum sum øll hava tilknýti til Fuglafjørð. Lyon syngur nøkur løg og har verur eisini okkurt gott til góman 🙂 Eftir setanina eru tit vælkomin at ogna tykkum listarverkini sum hanga á gomlu veggjabrettuum… Sjálvandi eru øll hjartaliga vælkomin til hesa løtuna og vit vóna at nógv koma inn á gólvið.
Annars er opið til klokkan 17.30- sum vanligt í dag hósdag – og handilin hevur sera nógv lekkurt heimavirkað.
Fríggjadag 4.sept er opið frá klokkan 10 – har tú kanst vitja framsýningina í gallarínum og/ ella handilin – og frá klokkan 11.30 til uppi er – fæst suppa og allan dagin er ein góður dussur við heimagjørdum og kondittara køkum – Fríggjadag er opið til klokkan 18.
Leygardag 5.sept er húsið/handilin/gallarii opið frá klokkan 12 og Lúkukaffi frá klokkan 14 -við góðum dussum, heimagjørdum og kondittarakøkum frá Marietta 🙂 Eftir kl. 15 eru tónleikainsløg – “opin mikrofon …og opið flygel” og klokkan 16 og 17 framføra Rógvi og Jón nøkur løg. Leygardag er opið til klokkan 20.
Sunnudag 6. sept. er húsið/handilin/gallarii og Lúkukaffi opið frá klokkan 14.– Allan dagin fæst ein góður dussur við heimagjørdum og kondittarkøkum frá Marietta 🙂 Klokkan 15 framføra Pauli, Beddi og Hallur nøkur løg. Kl 17 hoyra vit bólkin Null9 – sum er Tóki v/bólki og klokkan 19 kemur Anna Lovisa – at syngja og spæla nøkur løg. Opið er til klokkan 20
Les onnur tíðindi