Treytir og gott at vita – tá tú selur títt heimavirkaða í Piddasahandli

        Til allar limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag juli 2023

Góðu tit 🙂 takk fyri, at tit vilja vera partur av hesum – Tit eru gull verd, bæði tá tit koma við vælgjørdum heimavirkaðum vørum, og og tá tit um dagarnar passa Piddasahandil,  Ribarhús og Lúkukaffi.  🙂

Og Piddasahandil er altíð glaður fyri nýggja vøru 🙂

Uttan vørur er ongin handil, og uttan onkran at hava opið verða ongar vørur seldar  –

Góðu tit minnist til, at tað sum verður lagt inn í Piddasahandil er søluvøra!  – 

Hugsið um at mynstrini fylgjast á buli og ermum, at ermagapini passa til støddina og eru nóg víð osv –

“Lekkrari” og betri tilgjørdar og “ordiligar” vørurnar eru, betur gongur at selja tær 🙂

Tit eru hjartaliga vælkomin at siga frá og “deila” við onnur um húsið her.

Her koma nakrar upplýsingar og nakrar “reglur” um ymist, sum er gott at vita í samband við virksemið í húsinum.

  •  Ein nevnd,- 5+2 limir – sum verða valdir á aðalfundi, hevur ábyrd av øllum sum gongur fyri seg í húsinum.
  • Annað hvørt ár verða tríggir limir valdir og annaðhvørt ár tveir. Tveir eykalimir verða so valdir hvørt ár –
  • Vanligt er, at allir 7 limir eru við á nevndarfundum, so ofta tilber.
  • Nevndarfundur er í fyrstu vikuni av mánaðinum. Ofta er meir enn ein fundur um mánaðin.
  • Í felagnum eru nógvir limir  sum gera eitt stórt og frívilligt arbeið, fyri at handil og gallarí kunnu fungerað so gott og professionelt sum gjørligt-
  •  Í felagskapinum er altíð brúk fyri fleiri “fittum fingrum” og góðum høvdum 😉 
  • At Piddasahandil er handilin hjá tær – og hjá øllum hinum sum eru limir og sum selja sítt heimavirkaða her.
  • Tú ert altíð vælkomin við nýggari vøru *– gott um tú hugsar litir og snið sum eru uppi í tíðini og ikki kemur við ov nógvum samaslag í senn.
  • Føroyskt heimavirkað er fullkomiliga tíðarleyst – bæði í litum mynstri og sniðið – og tí altíð kærkomið – og selur rættiliga væl.
  • Handilin hevur fingið eitt nýtt “ull er gull”- merki at heingja upp í  pløgg úr føroyskari ull :)- tað liggur í eini kurv undir skivuni.
  • Gott um vit, sum eiga vøru í handlinum, við jøvnum millumbilum  gjøgnumganga vøruna  og taka heim við sovorðið, sum hevur ligið í longra lagi og ikki er selt.
  • Og  ábyrgdin er tín, at tínar vørur ikki liggja í handlinum í óavmarkaða tíð  vørur hjá tær kunnu liggja/hanga í Piddasahandli í 2 ár kanska 3 .
  • Tí er tað er ordiliga gott um tú kemur inn á gólvið av og á og hyggur ígjøgnum tað sum tú eigur – kanska skiftir út- tekur okkurt heim við sum hevur ligið í handlinum í eina tíð og leggur okkurt nýtt til sølu
  • Í einum heimavirkishandli mugu altíð fáast føroyskar heimavirkaðar vørur
  • Minnist eisini til, at føroyskt tógv og føroysk bindingarmynstur eru tíðarleys – og okkara! 🙂
  • Og at eisini annað, sum er gjørt úr “føroyskum” tilfari ella hevur  føroyskan íblástur, er kærkomið.
  • Eitt nú: kort / smykkur / taskur og tilhoyr / seymaðir smálutir v.m                                                                                    
  • Eisini heimagjørd “brússukur” og bomm, heimagjørt syltutoy, smákøkur og annað tílíkt, riggar væl sum søluvøra í okkara serstaka handli – Legg tó bara eitt sindur í handilin í senn!
  • Piddasahandli hevur avmarkað pláss – so tað ber ikki til at hava “lagur” av heimavirkaðum her – tað má vera heima hjá okkum sjálvum.
  •  Pløgg, so sum hosur, skóleistar, troyggjur, bulaldar osv. skulu verða støddarmerkt.
  • At her kunnu seljast føroyskar bøkur og føroyskar fløgur.
  • Lopputing, feilkeyp, brúkt pløgg og líknandi selur man ikki í Piddasahandli!!!
  • Tó er antiksilvur/hvítbroderaðir, – fínt heklaðir dúkar og líknandi roknað sum søluvøra og í lagi at selja í Piddasahandli.
  • Atáhugabólkurin” fyri Piddasahandil skilar sær rætt til av og á at tinna út í og at leggja til síðis vørur, sum ikki lúka ávísar treytir, og eisini har ov nógv av sama slag er í handlinum.
  • Tey, sum eiga hesar vørur, fáa eitt sms um at koma eftir teimum.
  • Tá tílíkar vørur hava ligið nóg leingi, og eingin er komin at heinta tær, fer sami “áhugabólkur” at loyva sær at leggja hesar vørur í ein posa at lata onkrum hjálparfelagskapi. 🙂
  • Til jólar er annars lekkurt at fáa jólaligar lutir og góðgæti í handilin – gott, um tit eru í góðari tíð og byrja at koma við slíkum frá síðst í okt. / fyrst í nov. –
  • MINNIST til, at hálvur januar er síðsta freist at koma eftir tí jólaliga, sum ikki er selt. Piddasahandil fær ikki goymt slíkt til næsta ár!
  • At einaferð um árið – í summarhálvuni – er møguleiki at hava ein “Loppusøludag” har áhugaðir limir kunnu skipa fyri sølu av loppulutum – í ávístum støðum í húsinum og uttanfyri.
  • Dato verður avtala í samstarvi við nevnd og Ribarhúsbólk og tiltaki lýst á FB og á www.ribarhus.fo
  • Limir eru vælkomnir, í samstarvi við nevndina, at skipa fyri hugnaløtum, skeiðum ella øðrum –
  • Heimavirkisfelagið skipar fyri jólasølu í OKKARAHÙSI hvørt ár,- eitt vikuskifti í nov/des.
  • Lýst verður við tiltakinum í sept/okt. 
  • Øll kunnu vera við fyri ein kostnað uppá kr.200,-
  • Avmarkað luttøka- vegna pláss, so “først til mølle” er galdandi.
  • Ynskiligt er, at Piddasahandil ikki verður tómdur fyri vøru, í samband við at limir luttaka á jólasølum aðrastaðni í landinum. – Her er jú opið allar dagar í viku alt árið.
  • Limir kunnu, eftir at hava veri limir í 2 ár, leiga hølir í húsinum (til veitslur, ferming t.d.) fyri serstakan kostnað – tó við serligari  avtalu um vasking v.m. Tosið við nevndina um tað.
  • Nakrar leygarmorgnar um árið kl. 10 til 12 verður skipa fyri “Morgundrekka” á Ribarslofti. – fyri limir.
  • Vit skiftast um at hava ábyrd – ein góður drekkamunnur, eitt gott prát og eitt gylt høvi at taka ymisk áhugaverd evni upp.
  • Í Piddasahandli kann man keypa Gávukort, sum eru galdandi bæði í Piddasahandli og Ribarhúsi og í Lúkukaffi –
  • Tey kunnu ikki býtast um við reiðan pening-  keypast má fyri upphæddina.

Søla og avrokning:

Tá ið ein vøra verður seld, verður lima-nummar og prísur skrivað upp í okkara “kassabók”.
Tað er bókin sum liggur á diskinum til dagligt og sum alt verður skriva í.-

Avroknað verður hvønn mánað.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at alt, sum er skrivað í “Kassabókina”undir einum heimavirkis-nummarið – verður gjøgnumgingið og skrivað upp á tey røttu nøvnini.

10% verða trekt av samlaða søluvirðinum og restin av peninginum  fluttur á konto hjá viðkomandi limi.

Avrokningarseðlar verða ikki sendir út, men liggja í nummarrøð, í brævbjálva-haldara á skivuni beint við kassan.

Lat brævbjálvan við lima-numarinum liggja eftir, men tak innihaldið við –

Kannið eftir og gerið vart við, um okkurt er galið, bert á tann hátt kunnu tingini koma uppá avrokningina hjá rætta viðkomandi.

Minni enn kr 300,-

Er upphæddin sum tit hava selt fyri, minni enn 300 kr. verður peningur bert  fluttur í juli og desember mánaði. –

Øll kunnu tó fáa tað tey eiga tilgóðar fyri seldar lutir útgoldið, tað er bara at gera vart við tað.

 Soleiðis virkar limaskapurin eisini:

Allir limir eru vælkomnir at hjálpa til við at hava handilin opnan dagliga.

Mest umráðandi er, at handilin er opin hvønn dag.

So ert tú ikki á listanum yvir tey sum passa Piddasahandil ein dag/seinnapart um mánaðin  –  sig so frá og sig eisini  hvør dagur í viku passar tær best. 

Ring ella sms-að á tel. 268690.(Odvør) ella 224427 (far.tlf.Piddasa)

Hvønn mánað verður gjørdur ein arbeiðslisti – sum sæst á heimasíðuni og á okkara FB síðu “Piddasahandil- vit sum passa handilin“.

Vit brúka eina sms-skipan til at senda áminningar um árligt limagjald út við og hon verður eisini brúkt til annað viðkomandi.

Brúk fyri øllum!

Brúk er fyri fólkið til ymiskar aðrar uppgávur eisini. 

Eisini er brúk fyri fólki at skipafyri tiltøkum, og fólki at hjálpa til, tá tiltøk eru í húsinum.

T.d á Bindifestivalinum (apr) á Varmakeldu (juni/juli) á Mentanardøgum (aug/sept) og í samband við Jólasølutiltøk (nov/des) Gott um tit hava tað í huganum.

-Ynskiligt…at tað, nakrar ferðir um árið, kundi verði skipað fyri hugnaløtum og sokallaðum Stokkakvøldum í Ribarhúsi,

Og um onkur hevur hug at skipa fyri onkrum td.- skeiðum, hugnaløtum ella øðrum, verð hjartaliga vælkomin at gera vart við tað!

NEVNDIN 

Januar 2024. 

Herfyri avgjørdi nevndin á fundi at – at tey sum venda sær til okkum og ynskja at selja teirra bók/bøkur ella  fløgur í handlinum ikki nýtast at vera limir –

men eru sjálvandi vælkomin at vera limir og at gjalda limagjald , men ofta selja tey bara í stutta tíð og tað gevur ov nógv arbeið til “onkran” at umsita hetta við limagjaldi osv.

So vit gera ein lista við nøvnum sum bara selja bøkur og fløgur ! og bøkurnar og fløgurnar vera selda uppá nøvn í staðin fyri nummur.