Leiga Ribarsloft og/ella onnur høli í húsinum

Leiga, – prísir og treytir.

Tá tit leiga hølir í STØÐ 14 – leiga tit tykkum inn í ein søguligan gamlan bygning.

Her, ímillum hesi gomlu veggjabrettini og bjálkarnar, er hugnin í hásæti og hann er gratis.

Hóast høgan aldur, eru hølini vælútgjørd á allan hátt.

Vit ynskja, at tit sum leiga hølir til tykkara merkisdag ella annað, kenna tykkum sum heima

– fara væl um og avleverað hølir og annað í sama standi sum tá tit komu inn.

”Sí við í leiguni er” – (longur niðri á síðuni)

Til hvørja leiguavtalu er ein ábyrgdari – Vit skulu hava navn, tlf.nr. og teldupost hjá viðkomandi.

Til størri tiltøk *skulu húsfólk vera til staðar í húsinum/handlinum. Hetta er ein treyt!

Kostnaður fyri húsfólk er úr kr. 250,- til kr. 500,- pr. tiltak.

Avtalan um ”húsfólk” verður gjørd í samband við hølisleiguna.

*Húsið hevur serliga avtalu við Kommununa og Kvøldskúlan.
*Limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – kunnu leiga seg inn undir øðrum treytum. Tosið við nevndina um tað.

Nevndin tekur sær rætt til, ikki at loyva øllum tiltøkum í húsinum.

Her er ongin fastur húsavørur ella vaskifólk –

– bara fólk sum eru góð við hetta gamla hugnaliga húsið

og tað kunnu vit øll vera 🙂

 

1.) Leiga Ribarsloft til fund, framløgu ella líknandi (2 til 4 tímar)

Kostnaður: kr.500,-

– Hølini latast aftur í sama standi sum tá tit komu inn.

 

2.) Leiga Ribarsloft til størri tiltak -upp til uml. 40 fólk – har tú sum leigar, hevur  ábyrgd av, at ”rigga” til og at rudda av.

Tú hevur ábyrgd av mati (helst útifrá) drekka, uppvaski og avrudding og at lata hølini aftur í sama standi sum tá tit komu inn.

Kostnaður: kr.1000,

 

3.) Leiga Ribarhús til myndatøku uml. 3 tímar

Kostnaður Kr. 500,-

Lat hølini aftur, í sama standi, sum tá tit komu inn.

 

4.) Leiga Ribarhús til konsertir, fyrilestrar, pallborð ella líknandi

Kostnaður:kr. 1000,-

 Lat hølini  aftur, í sama standi sum tá tit komu inn.

*

a) (Leiga Ribarhús)/Sel atgongumerki, og lat húsinum 10% av atgongumerkjasøluni.

Lat hølini aftur, í sama standi sum tá tit komu inn.

 

5.) Leiga Ribarhús v/atgongd til køkin á Ribarslofti–

Tit hava ábyrgd av, at rigga til og rudda av, vaska upp.- tá brúka tit ikki loftið at borreiða í, men bara til matgerð.

Lat hølini aftur í sama standi, sum tá tit komu inn.

Kostnaður:kr. 1500,-

 

4.) Leiga Ribarsloft og Ribarhús – brúka køkin og borreið uppi á og niðri undir – also tvær hæddir

Lat hølini aftur í sama standi, sum tá tit komu inn.

Kostnaður:kr. 2000,-

 

6.) Leiga ALT húsi til stórri tiltak t.d. føðingardag ella annað har tit hava brúk fyri nógvum plássi.

Tá brúka tit bæði Ribarhús og Ribarsloft, Loftskontór, Piddaloft – og Piddasahandil er opin.-

Hetta er ein serligur og ørvísi háttur at hátíðarhalda ein stóran dag.

Har møguleiki er at sita/ganga runt í øllum húsinum.

Kostnaður: kr. 2.000,- pluss avtalu um húsfólk (ein treyt) 

Fyri “Húsfólk” er kostnaðurin kr. 250,- til 500,- kr. – verður avtalað frammanundan.

 * Serviettar, dúkar, ljós og annað. Hava tit við sjálvi.

Tað er bara loyvt at brúka livandi fýrfatsljós í íløtum.

**Eftir avtalu framanundan og fyri rokning,-

kunnu vit átaka okkum at leggja dúkar á og dekka borð, leggja serviettar o.a.

Vit kunnu eisini átaka okkum at gera kaffi/te v.m. og rudda av aftaná.

Vilja tit veruligt borðhald við dekkaðum borðum í Ribarhúsi, ber tað eisini til – tað kunnu vit finnað útav í felag – Kemur eitt sindur ann uppá, hvussu nógv fólk talan er um.

Ì Ribarhúsi standa vanliga 6 smá rund kaféborð v/stólum rundanum.

Vit eiga eisini 12 borð(120×45) at seta upp, sum kunnu brúkast í Ribarhúsi

og uml 60 klapstólar.

 

Les væl í samband við leigu av hølum í Støð 14.

Her er serliga hugsað um leigumál sum innibera  brúk av køki, borðbúnaði v.m.- men hetta er sjálvandi galdandi fyri øll sum brúka húsið.  

Við í leiguni/prísinum er:

AT tá tit leiga høli(r) í Støð14, hava tit ein  kontaktpersón, sum vísir tykkum tilrættis og setur tykkum inn í hetta ymiska í húsinum.

Hendan persónin kunnu tit eisini ringja til um okkurt er at spyrja um, meðan tit eru í húsinum.

Tit fáa lykilin til húsið frá viðkomandi, og lata hann aftur til viðkomandi tá tit eru liðug á brúka hølini-

AT hølið/hølini skal/skulu latast aftur í sama standi, sum tá tit komu inn .

AT stólar, garderobu-stativ o.a. sum verður tikið niður av goymsluni, skal leggjast uppá pláss aftur.

AT smáu klapp-borðini verða sett innaftur á Pidda-kontór

AT bakarovnur og plátur skulu vaskast eftir brúk.

AT uppvaskimaskinan skal tømast og alt setast upp á pláss.

AT stóra sjálvtøkuborðið sum verður goymt í kjallaranum, skal takast niður og leggjast niður aftur í goymsluna.

AT gólvini skulu dustsúgvast og vaskast og eisini trappurnar millum hæddirnar.

AT borðini verða væl turkað

*Minnist eisini til at vaskað WC- ini og at tøma ruskspannirnar.-

Og legg alt tað skitnað vaskitoyið í svørtu kurvina undir vaskinum í køkinum á loftinum.

 

Her eru øll meir og minni húsfólk.

– Ongin løntur húsavørur ella vaskifólk.

MEN…

Ynskja tit sum leiga at sleppa undan at rudda og vaska, so verður tað avtalað framanundan – og fyri báðar hæddirnar, trappurnar og WC-ini gjalda tit umframt leigu-gjaldið – kr. 2.000 fyri at fáa tað gjørt.

Rudda tit alt av og dustsúgva, men ynska at sleppa frá vaskingini so gjalda tit,  umframt leigu-gjaldið – kr. 1.000 fyri at fáa tað gjørt

Tað verður eisini avtalað frammanundan.

 

 

Sí  listan “Borðbúnaður og annað”