Søgan um heimavirksfelagið

Fuglafjarður Heimavirkisfelag, varð stovnað á Grækarismessu í 1997.

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag hevur nógv góð endamál –

Eitt av teimum er at skipa fyri sølu av heimavirkaðum lutum.

Við vælvilja frá eigarunum av gamla handlinum fekst innivist í gomlu handilshúsunum Niðri í Støð 14.

Hesi gomlu søguligu og hugnaligu hølini, eru við góðum viðlíkahaldi og nýgerð, vorðin betri og betri  egnað, til alt virksemi, ið Heimavirkisfelagið umboðar.

Í Piddasahandil hevur Heimavirkið húsast síðani í 1997, og frá fyrsta degi av, kundu øll sum komu inn á gólvið, njóta ein kaffimunn við onkrum »heimabakaðum« afturvið. Tað er eitt sindur broytt nú hesi seinastu árini.

Í Piddasahandli fæst eitt rættliga breitt útval av heimavirkaðum lutum, sum limir felagsins lata inn, tað vil siga, at limirnir eiga hesar lutir, inntil teir eru seldir.

Her fáast eisini føroyskar bøkur og fløgur.

Flestu limir eru úr Fuglafirði og bygdunum her rundanum, men eisini fólk aðrastaðni úr Føroyum og føroyingar, sum búgva í útlondum, eru limir. Øll kunnu gerast limir, kostnaðrin er 150,- kr. um árið + 10% av tí, sum selt verður.

Nógvir limir eru rættliga óførir at leggja lutir í Piddasahandil at selja – og uttan tey var eingin handil.

Fleiri av hesum og nøkur afturat vilja eisini fegin nýta ein ella tveir seinnapartar um mánaðin í Piddasahandli, soleiðis at handilin og Ribarhús kunnu hava opið hvønn dag.

Eru hesi fólkini ikki tøk, so ber ikki til at selja tað, sum liggur á teimum gomlu hillunum.

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag er áhugafelag burturav, tvs. at mest sum alt arbeiði verður gjørt sjávboðið og ólønt.