Søgan um húsið og bygningin

Beint eftir jól í 1887 fór Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði, seinni nevndur Gamli Sámal Petur at reka handil Niðri í Støð í Fuglafirði. Hann hevði til hetta endamál bygt stásiligan bygning, sum, nú latið var upp, stóð honum í 5000 krónum; men tá var vørugoymslan eisini við.

Hesin handilsbygningur, sum í fyrstani eisini tænti honum sum bústaður, bleiv skjótt staðið, har fólk møttust, ikki bert til at gera síni handilsørindir, men eisini til at frætta nýtt.

Sámal Petur fór skjótt undir at keypa fisk til virkingar og átti longu í 1890’unum fleiri skip og fiskastykkir, har klippfiskur bleiv turkaður. Undir handlinum hevði hann fiskakjallara, har hann vigaði fisk inn, fekk hann vaskaðan og turkaðan, og so væl hepnaðist, at hann uml. 1910 varð noyddur at byggja ein goymslubyging afturat vestan fyri handilin. Hendan goymslubygning fóru menn skjótt at rópa »Ribarhús« eftir einum av skipunum, sum førdu vøru til handilin.

Fyrst í 1920’unum fór at ganga niður á bakka hjá Gamla Sámali Peturi, soleiðis at hann mátti gevast við virksemi sínum í 1924. Tað eydnaðist tó elsta syni hansara, sum eisini æt Sámal Petur, men av fólki bleiv róptur »Piddi«, at føra handilin víðari við sama yðjandi virksemi, sum faðirin hevði havt.

Við skiftandi eydnu var so ymiskt virksemi í gamla handlinum til einaferð í 1970’unum.

Seinni varð handilsbygningurin seldur Højgaards Timburhandil í Runavík, sum brúkti hølini eina tíð.

Eftir hetta stóðu gomlu handilshúsini Niðri í Støð tóm í nógv ár, og onkur kundi sagt, at nú var liðugt, men her kemur Heimavirkisfelagið inn í myndina.

Les meira um heimavirkisfelagið á

Í 2004 keypti Fugjafjarðar kommuna bygningin til varðveitslu.