Húsreglur
Í samband við ÚTLEIGAN, SKEIÐ OG ONNUR TILTØK.
Øll eiga altíð at taka væl upp eftir sær sjálvum.
Hølini eru gomul og heilt serlig. Virðið tað!
“Her er eingin mamma sum tekur upp eftir onnur 😉 !”
*Turka borðini, moppa/dustsúgv og vaska um neyðugt.
*Hølini skulu til eina og hvørja tíð vera rein og nosslig at koma inn í,
eisini hjá teimum, sum koma inn aftan á okkum.
*Minnist til at taka “skrellið” við út – Tvey skrellistativ standa á plattinum uttanfyri Piddasahandil.
*Alt, sum verður tikið fram og brúkt, t.d. borðbúnaður, koppar, tallerkar,
kreativt tilfar, øll amboð, maskinur, borð og stólar,
má og skal leggjast/setast á rætt pláss aftur.
Kaffikannur eru blankar við K á proppinum – Tekannur eru myrkar við TE á proppinum.
*Ikki blanda kannurnar og heldur ikki propparnar!
Kaffi/te og annað, sum verður brúkt, keypa tit sjálv.
*Er uppvaskimaskinan full av reinum borðbúnaði, tá tit koma,
vinarliga tøm hana, og set upp á pláss.
*Brúktur borðbúnaður verður settur í maskinuna – set at vaska, meðan fólk eru í húsinum.
Hon vaskar í uml. 20 min.
*Tøm hana ella lat lúkuna standa á glopp, tá farið verður úr húsinum.
*Ansa eisini eftir, at wc-kummur og vøsk eru rein, at har er nokk av eingangs-handklæðum, sápu og wc-pappír, at gólvini eru rein, vindeygu afturlatin og øll ljós sløkt, at stikkarar til ketil og kaffimaskinu eru tiknir úr, tá tit fara, og ansa serliga væl eftir at virða virðismiklu listaframsýningarnar, sum eru í Ribarhúsi.
Læs hurðar væl.
Takk fyri J