Ribarhús – Summartónar við Elin Brimheim Heinesen fríggjadagin 28. august kl. 17.

Deil

Elin Brimheim Heinesen spælir í Ribarhúsi fríggjadagin 28. august kl. 17.

Elin Brimheim Heinesen (sang, gittar), Eyðun Mohr Hansen (gittar), Edvard Nyholm Debess (bass), Rógvi a Rógvu (trummur), Inga L. Simonsen (ljómborð)

Elin Brimheim Heinesen er fødd í 1958 í Havn, er kend sum tónaskald og sangari síðani 70’ini.

Hon er solistur, men hevur spælt saman við fleiri øðrum. Tónleikur hennara er væl umtóktur, og sangir hjá henni verða roknaðir sum klassikarar í Føroyum.

Øll eru vælkomin

 

Les onnur tíðindi