TÍÐINDI
Ribarhús 25. juni kl. 20 konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Andreu Stauss Hofmmann, klaver
Ribarhús – Summartónar 19. juni kl. 17 – BETTYS QUARTET spælir
Aðalfundur Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – 9. mars kl. 19.30 – í Ribarhúsi
Konsertin er útsett !!- konsert í Ribarhúsi við Jacobinu Ellingsgaard og bólki.
Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)
Ribarsloft: týsdagar í vetur kl. 10 til 12 er kafé fyri kvinnur 60+
Ribarhús 25. juni kl. 20 konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Andreu Stauss Hofmmann, klaver
Hósdagin 25. juni klokkan 20.00 Hava Monika Stauss Joensen violin og Andrea Stauss Hofmann klaver, konsert í Ribarhúsi
Tær báðar eru systrar og upprunaliga úr Sveis.
Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og virka sum violinlærari innan musikkskúlan.
Systirin Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum.
Tey sístu árini hava teir báðar regluliga spælt konsertir kring Føroyar. Tær spæla eisini konsertir ymsastaðni í Sveis tá Monika er á vitjan har.
Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og áttára gamlar.
Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamartónleiki í Zúrich.
Meðan tær framføra undirhaldandi, hugnaligar of samstundis virtuosar tónar, í Ribarhúsi, vísa tær barnamyndir úr Sveis, á veggjaløriftinum – myndir sum pápi teirra hevur tikið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Les onnur tíðindi