Ribarsloft: týsdagar í vetur kl. 10 til 12 er kafé fyri kvinnur 60+
Fyrstu ferð 16. sept – Allar kvinnur 60+ eru hjartliga vælkomnar til hugna, kaffiduss og prát – og vælkomnar at hava handarbeið við 🙂
Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.
Í samband við Mentanardagarnar í Fuglafirði í ár, fer Heðin Kambsdal at príða veggjabrettini í Gallarínum – og málningarnir hanga meðinpartin av septembur. Fernisering er hóskvøldið 4.septembur kl. 20 til 22 Leila bjóðar vælkomin Jastrid á Dalbø heldur røðu Jón Eliassen spælir flygel Á borðinum okkurt lætt og leskiligt. Veri hjartaliga vælkomin – Sjálvandi eru […]
Elsa Heinesen í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp hósdagin 7. august. klokkan 16. – øll er hjartaliga vælkomin Elsa Heinesen er úr Klaksvík og býr í Danmark Hon sýnir fram akryl málningar og akvarell myndir á hesari framsýningini. Listaverkini hanga á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsi allan august mánað. Hon hevur eina FB síðu sum eitur “Elsa Heinesen Art” – har […]
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Mammukafé verður aftur í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11.00-14.00 Her eru øll vælkomin til prát og hugna – eisini tilstundandi mammur, pápar, ommur, fastrar, gummur og øll hini 🙂 Í Lúkuni kann keypast ein góð máltíð, og ein góður dussur við onkrum søtum afturvið ☕️🍰 Her er gott at koma við barnavogni tvær fittligar terassur […]
Opið er
May to Sept: Old Shop and Art Gallery mán/mon - frí/fri kl. 10.00 - 17.30 leyg/sat. kl. 11.00 - 14.00 Sept to May : Old Shop and Art Gallery mon/fri kl.13.00 - 17.30 sat kl.11.00 - 14.00
Les onnur tíðindi