TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Jórunn Dánialsdóttir í Ribarhúsi.
Fyrsta juni – also 2. hvítusunnudag, kl 15:00 letur hon dyrnar upp í Ribarhúsi til eina spennandi framsýningin við áseymaðum og broderaðum myndum og “redesign koddum” -Jórun er fødd og uppvaksin í Havn, hon hevur mann og 4 børn og 4 barnabørn.
Hon er útbúgvin handarbeiðslærarinna á Haandarbejdets Fremme Seminarium, 1977.
Og hevur undirvíst í ymiskum handarbeiði á Føroya Fólkaháskúla og Tórshavnar Kvøldskúla í patchwork og áseymaðum myndum.
Seinnu árini hevur hon mest arbeitt við áseymaðum og broderaðum myndaevnum og eisini við endurnýtslutilfari og ‘redesign’.
Jórun hevur havt fleiri verk við á framsýningum bæði her á landi og uttanlands.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja framsýningina, sum hongur uppi til og við 25. Juni.
Framsýningin er opin meðan Piddasahandil er opin – mán.frí. kl. 15:00 – 17:30 og leyg. Kl. 11 – 14.
Vit fara at minna fólk á – at gott handreinføri og frástøða – minka alvorliga um smittuvanda –
av øllum møguligum slag-
Les onnur tíðindi