TÍÐINDI
Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.
Í samband við Mentanardagarnar í Fuglafirði í ár, fer Heðin Kambsdal at príða veggjabrettini í Gallarínum – og málningarnir hanga meðinpartin av septembur.
Fernisering er hóskvøldið 4.septembur kl. 20 til 22
Leila bjóðar vælkomin
Jastrid á Dalbø heldur røðu
Jón Eliassen spælir flygel
Á borðinum okkurt lætt og leskiligt.
Veri hjartaliga vælkomin –
Sjálvandi eru eisini Piddasahandil við trivaligum heimavirkaðum vørum og Lúkukaféin við góðum kaffidussum, kondittarakøkum frá MARIETTA og leskiligum heimabakstri opin allar dagarnar (sí uppsløg) her er so hugnaligt og fjálgt at koma inn á gólvið.
Les onnur tíðindi