21. mars kl. 20 – er konsert í Ribarhúsi við Jacobinu Ellingsgaard og bólki.

Deil
Leygarkvøldið 21 mars verður konsert við Jakobinu Ellingsgaard í Ribarhúsi. Við sær hevur Jakobina bólk,  mannaðaðan av Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave,- eisini eru  kendir frá bólkinum Deiggj.
Jakobina, Páll og Fróðu  vóru eisini øll trý við í útisetabólkinum “Flytifuglar” í seinnu helvt av 80´unum.
Í 2024 útgav Jakobina staklagið “Læra vit nakrantíð”, ein týðing hjá Niels Midjord, sála, av kenda sanginum “Where have all the flowers gone”.
Í 2007 útgav Jakobina fløguna “rensl”, sum bleiv upptikin í Nólsoy hjá Terja Rasmussen. Ein frálík fløga við góðum tekstum og fínum tónleikarum. Lítið hevur tó verið at hoyrt til hesa útgávu, men nú satsar Jakobina ordiliga uppá, at framføra løg frá henni. Í hesum sambandi kann nevnast, at ein yrking eftir Aleksandur Kristiansen “Viðføri mítt”, sum Jakobina hevur sett lag til, er við.
Í 1982 kom útgávan ” Gluggamynd” við Glataðu spælimonnunum, og á henni var Jakobina ein týðandi partur. Nógvar perlur vóru á hesi útgávu, eitt nú stóra hittið “Til Boga og allar nýføðingar í verðini”, eftir Jóanes Nielsen, har ið systkini bæði Pauli og Jakobina gjørdu lagið í felag.
Á hesi konsertini fara vit at líta aftur um bak, og spæla sangir frá øllum hesum útgávum.
Vit fara at lurta eftir orðum frá T.N.Djurhuus, Jóanes Nielsen, Róa Patursyni, Steinbjørn B Jacobsen, Hans J. Glerfoss , Jakobinu, og áðurnevndu lokalu Alexanduri og Nielsi, og so fara vit at hoyra løgini og arrangementini, sum eru gjørd til hesar yrkingar. Fyri at nevna nøkur av teimum, sum gjørdu løg til yrkingarnar, kunnu vit fyrst og fremst nevna Jakobinu og harnæst beiggja hennara Paula, men so eru eisini onnur s.s.  Anette Bonde, Lilja Trúgvadóttir og Birgitte Hylin.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fohttps://atgongumerki.fo/3576258/jakobina-v-bolki-i-ribarhusi

Les onnur tíðindi