Um gallaríið

Ribarhús er fyrst og fremst eitt gallarí, har nógvar ymiskar framsýningar hava innivist alt árið – Ribarhús er eisini vælegnað til myndatøku, fyrilestrar, pallborð, konsertir, framløgur, merkisdagar, føðingardagar o.a. og Ribarhús hevur frá 2020 veri ein partur av Lúkukaffi.    sí. myndir niðanfyri her

Virksemi hjá Heimavirkisfelagnum, sum byrjaði í 1997 er vaksið og útbygt so við og við øll árini. –  Í samstarvi við listarfólk í bygdini, varð í 2001 farið undir at skipa fyri listaframsýningum.

Í juni sama ár lat Gallarí Ribarhús upp fyrstu ferð við eini framsýning.

Nógv listafólk – kend og minni kend, hava sýnt fram her síðan tá.(ein listi við framsýningum og nøvnum heilt frá byrjan av og til 2019 liggur her á heimasíðuni síðuni

sum eitur "Allar framsýningar – frá 1997 og til 2019" – tær sum hava veri eftir 2019 liggja undir tíðindum -)

Við góðum ljósviðurskiftum er Ribarhús sera væl egnað til framsýningar av ymiskum slag, og hølini kunnu eisini nýtast til smærri tónleikatiltøk.

Fólk sum hava hug at sýna fram í Ribarhúsi, eru vælkomin at seta seg í samband við Gallaríi.

Send teldupost til heimavirk@gmail.com)