Tá tú skalt sýna fram í Ribarhúsi.

Gott at vita:

Um Gallarí Ribarhús.

Ribarhús er partur av Fuglafjarðar Heimavirkisfelag, har mestsum alt arbeiði verður gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Gallaríið lat upp fyri fyrstu ferð í 2001.

Nógvar broytingar og tilpassingar  hava veri øll árini – vit royna at brúka húsið so væl og praktiskt sum møguligt og til alt møguligt.

Og Ribarhús er vælegnað til smærri konsertir og til fyrilestrar v.m.

Síðan seint í 2020 – hevur Ribarhús eisini veri brúkt sum kafé – okkara Lúkukaffi – ein lúka í vegginum – millum tvey gomul hús, annað frá 1887 og hitt frá fyrst í 1900.- Lúkan hevur opið tá tað ber til og fólk eru at passa hana. Tá ber til at hava kaffisølu og heimabakstur, sum fólk so kunnu njóta saman við listini á gomlu veggjabrettunum.

Til tín sum skal hava framsýning her 🙂

Lesið væl!

So slepst undan nógvum misskiljingum.  Og setið tykkum í samband við okkum, um ivamál stinga seg upp.

Vit ynskja, at tín framsýning skal vera so væl eydnað, sum til ber!

 Um framsýningina o.a.:

Ribarhús er gamalt pakkhús, veggirnir eru hvítmálað træ-brettir. Her er gott ljós, sum er lætt at stilla inn. Vit brúka skinnarar og krókar.

Framsýnarin hevur sjálvur ábyrgd av, at seta framsýningina upp, at taka hana niður aftur og at lata hølini aftur í sama standi, sum tey vóru í, áðrenn framsýningin var sett upp.

Framsýnarin hevur eisini ábyrgdina av, at gera talmerkta skrá ella annað líknandi, sum týðiliga sigur frá, hvørji verk eru ogn, og hvørji eru til sølu- og hvat tey kosta.

Fernisering:
Tað ber væl til – í allari stillheit at lata eina framsýning upp í Ribarhúsi, men royndir hava víst, at framsýningar, har gjørt verður burtur úr upplatingini við m.a. at senda innbjóðingar út til einstaklingar, vinir, familju og til fyritøkur og at senda tíðindaskriv til bløð og loftmiðlar,  hava verið tær best vitjaðu.

Tú sum framsýnari hevur ábyrgd av tínari framsýning og følir teg heima her í húsinum.

Tú gert eisini av og hevur ábyrgd av at biðja onkran um siga okkurt í samband við ferniseringina  og eisini um tú ynskir onkran at syngja ella spæla.

Tíðspunktið fyri ferniseringini, verður lagt í samráð við fólk úr Ribarhúsbólkinum og kann gott liggja aðrar tíðir, enn tá húsið vanliga er opið.

Tað ber væl til at gera kaffi og te í køkinum á Ribarhúslofti.  Køkurin er rættiliga væl útgjørdur, við stórari kaffi-maskinu, vanligari kaffimaskinu el.ketli, termokannum o.ø.

Vit eiga koppar og krúss og góða uppvaskimaskinu, so plastkoppar eru ein farin tíð her 🙂 papp koppar kunnu brúkast.

Tit minnast til at rudda upp eftir tykkum í køkinum.

  Hetta er k a n s k a ein møguleiki– Um tit ynskja tað – kann Lúkukaffi  møguliga hava opið til tykkara fernisering – og selja kaffi og afturvið til tey vitjandi. – Um vitjandi skulu hava kaffi “gratis” mugu vit í húsinum gera avtalu við framsýnara um gjalding fyri kaffi og afturvið – aftaná at ferniseringin er liðug. Avtala um hendan møguleikan verður gjørd  frammanundan – og ikki altíð at hesin møguleikin letur seg gera.

Tíðindaskriv:

Vit taka onga ábyrgd og bera ongan kostnað í samband við ferniseringar, innbjóðingar ella tíðindaskriv. –

Tit eru tó vælkomin at senda okkum myndir, skriv og upplýsingar á heimavirk@gmail.com

Vit leggja gjarna myndir og skriv út á okkara heimasíðu og FB-síðu. – sum so kunnu “deilast” á sosialu miðlunum.

Trygging:

Gallaríið tryggjar verkini, frá tí at ein framsýning letur upp, og til hon verður tikin niður aftur.

Framsýnarar mugu sjálvir taka sær av trygging í sambandi við, at verkini verða flutt til og frá.

Kostnaður:

Tað kostar kr.1.000,-  at hava eina framsýning í Ribarhúsi.- tær kr.1.000 -verða mótroknaðar sølu av listaverkum.

Av søluframsýningum roknar gallaríið sær 20% í provisión.

Innkrevjing:

Gallaríið átekur sær at fáa pening inn fyri seld listaverk.

Avroknað verður við framsýnaran innan 30 dagar, frá tí at framsýning er liðug – ella eftir avtalu.

Seld listaverk:

Framsýnarin má sjálvur syrgja fyri at flýggja út seld listaverk eftir lokna framsýning.

Verða listaverk latin av hondum, áðrenn gallaríið hevur boðað frá, at tey eru goldin, er hetta framsýnarans egna ábyrgd.

Opið er:

Vanliga er opið soleiðis: mánadag – fríggjadag, kl. 15.00-17.30, og leygardag kl. 11.00-14.00.

Tey, sum passa handilin, hava eisini ábyrgd av, at gallaríið er opið.

Annars eru tit vælkomin sjálv at hava gallaríið opið aðrar tíðir og at skipa fyri t.d. tónleikatiltøkum, fyrilestrum ella øðrum í sambandi við tykkara framsýning,men gerið tað í samráð við okkum.

Tit kunnu eisini verða so heppin, at Ribarhús verður brúkt av øðrum til t.d. konsert, fyrilestur ella móttøku  meðan tykkara framsýning er.

Í so fall, fáa tit at vita um tað frammanundan.

Vegna Gallarí Ribarhús

Ribarhúsbólkurin

heimavirk@gmail.com