Leiga Ribarsloft og/ella onnur høli í húsinum
Leiga, – prísir og treytir.
Tá tit leiga hølir í STØÐ 14 – leiga tit tykkum inn í ein søguligan gamlan bygning.
Her, ímillum hesi gomlu veggjabrettini og bjálkarnar, er hugnin í hásæti og hann er gratis.
Hóast høgan aldur, eru hølini vælútgjørd á allan hátt.
Vit ynskja, at tit sum leiga hølir til tykkara merkisdag ella annað, kenna tykkum sum heima
– fara væl um og avleverað hølir og annað í sama standi sum tá tit komu inn.
”Sí við í leiguni er” – (longur niðri á síðuni)
Til hvørja leiguavtalu er ein ábyrgdari – Vit skulu hava navn, tlf.nr. og teldupost hjá viðkomandi.
Vit ráða til, at tit fáa matin “útifrá” – køkurin er lítil og tí ikki vælegnaður til matgerð til nógv fólk.
Til størri tiltøk *skulu húsfólk vera til staðar í húsinum/handlinum. Hetta er ein treyt!
Kostnaður fyri húsfólk er úr kr. 250,- til kr. 500,- pr. tiltak.
Avtalan um ”húsfólk” verður gjørd í samband við hølisleiguna.
*Húsið hevur serliga avtalu við Kommununa og Kvøldskúlan.
*Limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – kunnu leiga seg inn undir øðrum treytum. Tosið við nevndina um tað.
Nevndin tekur sær rætt til, ikki at loyva øllum tiltøkum í húsinum.
KOSTNAÐUR/Leiga
1.) Leiga Ribarsloft til fund, framløgu ella líknandi (2 til 4 tímar)
Kostnaður: kr.500,-
– Hølini latast aftur í sama standi sum tá tit komu inn.
2.) Leiga Ribarsloft til størri tiltak -upp til uml. 40 fólk – har tú sum leigar, hevur ábyrgd av, at ”rigga” til og at rudda av.
Tú hevur ábyrgd av mati (helst útifrá) drekka, uppvaski og avrudding og at lata hølini aftur í sama standi sum tá tit komu inn.
Kostnaður: kr.1000,–
3.) Leiga Ribarhús til myndatøku uml. 3 tímar
Kostnaður Kr. 500,-
Lat hølini aftur, í sama standi, sum tá tit komu inn.
4.) Leiga Ribarhús til konsertir, fyrilestrar, pallborð ella líknandi
Kostnaður:kr. 1000,-
Lat hølini aftur, í sama standi sum tá tit komu inn.
*
a) “Leiga Ribarhús”/Sel atgongumerki, og lat húsinum 10% av atgongumerkjasøluni.
Lat hølini aftur, í sama standi sum tá tit komu inn.
5.) Leiga Ribarhús v/atgongd til køkin á Ribarslofti–
Tit hava ábyrgd av, at rigga til og rudda av, vaska upp.- tá brúka tit ikki loftið at borreiða í, men bara til matgerð.
Lat hølini aftur í sama standi, sum tá tit komu inn.
Kostnaður:kr. 1500,-
4.) Leiga Ribarsloft og Ribarhús – brúka køkin og borreið uppi á og niðri undir – also tvær hæddir
Lat hølini aftur í sama standi, sum tá tit komu inn.
Kostnaður:kr. 2000,-
6.) Leiga “ALT” húsi til “stórri tiltak” t.d. føðingardag ella annað har tit hava brúk fyri nógvum plássi.
Tá brúka tit bæði Ribarhús og Ribarsloft, Loftskontór, Piddaloft – og Piddasahandil er opin.-
Hetta er ein serligur og ørvísi háttur at hátíðarhalda ein stóran dag.
Har møguleiki er at sita/ganga runt í øllum húsinum.
Kostnaður: kr. 2.000,- pluss avtalu um húsfólk (ein treyt)
Fyri “Húsfólk” er kostnaðurin kr. 250,- til 500,- kr. – verður avtalað frammanundan.
* Serviettar, dúkar, ljós og annað. Hava tit við sjálvi.
Tað er bara loyvt at brúka livandi fýrfatsljós í íløtum.
Ynskja tit borðhald við dekkaðum borðum í Ribarhúsi, ber tað eisini til – tað kunnu vit finnað útav í felag – Kemur eitt sindur ann uppá, hvussu nógv fólk talan er um.
Ì Ribarhúsi standa vanliga 6 smá rund kaféborð og 8 fýrakantaði kaféborð – 40 kaféstólar hoyra heima í Ribarhúsi – so 40 fólk sita fínt har.
Vit eiga eisini 12 borð(120×45) at seta upp, sum kunnu brúkast í Ribarhúsi og uml 60 klapstólar sum liggja stáplaðir á “ovastaovastalofti”.
Les væl í samband við leigu av hølum í Støð 14.
Her er serliga hugsað um leigumál sum innibera brúk av køki, borðbúnaði v.m.- men hetta er sjálvandi galdandi fyri øll sum brúka húsið.
Við í leiguni/prísinum er:
ein kontaktpersónur, sum vísir tykkum tilrættis og setur tykkum inn í hetta ymiska í húsinum.
Hendan persónin kunnu tit eisini ringja til um okkurt er at spyrja um, meðan tit eru í húsinum.
Viðkomandi letur upp tá tit koma og tit ringja til viðkomandi tá tit eru liðug at brúka hølini.
Í serligum førum kunnu tit fáa lykilin til húsið frá viðkomandi, og lata hann aftur til viðkomandi tá tit eru liðug á brúka hølini-
hølini skal/skulu latast aftur í sama standi, sum tá tit komu inn .
stólar o.a. sum verður tikið úr goymsluni, skal leggjast uppá pláss aftur.
smáu klapp-borðini verða sett innaftur á Pidda-kontór
bakarovnur og plátur skulu vaskast eftir brúk.
uppvaskimaskinan skal tømast og alt setast upp á pláss.
stóra sjálvtøkuborðið sum verður goymt í kjallaranum, skal takast niður og leggjast niður aftur í goymsluna.
gólvini skulu dustsúgvast og vaskast og eisini trappurnar millum hæddirnar.
borðini verða væl turkað
*Minnist eisini til at vaskað WC- ini og at tøma ruskspannirnar.-
Og legg alt tað skitnað vaskitoyið í kurvina sum stendur millum WC-hurðarnar á Piddasalofti.
Takk fyri at tit taka ruski við tykkum .
Her eru øll meir og minni húsfólk.
Ynskja tit sum leiga at sleppa undan at rudda og vaska, so verður tað avtalað framanundan – og fyri báðar hæddirnar, trappurnar og WC-ini gjalda tit umframt leigu-gjaldið – kr. 2.000 fyri at fáa tað gjørt.
Rudda tit alt av og dustsúgva, men ynska at sleppa frá vaskingini so gjalda tit, umframt leigu-gjaldið – kr. 1.000 fyri at fáa tað gjørt –
Tað verður eisini avtalað frammanundan.
Sí listan “Borðbúnaður og annað”