aðalfundur og ársfrágreiðing.

Deil

Leygardagin 7. mars kl. 11 var aðalfundur hjá Fuglafjarðar Heimavirkisfelag á Ribarslofti. Samstundis var morgundrekka. Ellivu limir møttu, og nevndin varð aftur hesaferð mannað – burtursæð frá, at ein eykalimur manglar í. Á skrá var annars framløga av roknskapi og ársfrágreiðing.

Her er ein gjøgnumgongd av virkseminum í húsinum í 2019:

Tað var í januar 2019, at vit stongdu Piddasahandil í nakrar vikur og fóru undir at sortera alla   vøru í húsinnum í “bunkar.”

Eitt stórarbeiði – har hvørt eitt einasta plagg og lutur vórðu havd á hondum, borin inn í Ribarhús, sorterað og løgd á røtt heimavirkisnummur.  – Tað var serliga  nevndin, sum stóð fyri hesum, men eisini fleiri av konunum, sum um dagarnar passa Piddasahandil,  hjálptu til við at tynna út og sortera í pløggum, tingum, bókum og fløgum v.m.

Nakrar “reglur” vórðu um hetta mundið skrivaðar um, hvussu vit skulu gera frameftir við tað, sum liggur til sølu í Piddasa – t.d. ikki at brúka handilin til goymslu av pløggum, sum eru bundin til onkran, sum ikki passaði, at pløgg ikki skullu liggja í áravís, at handilin skal leggja seg meir eftir føroyskum bindimynstrum, føroyskum tógvi og natúrtógvi so sum bumull, men sanniliga eisini, at pløgg, bundin í litum og tógvi, sum er frammi í tíðini, sjálvandi eru meir enn vælkomin. Tankin er meir har, at onki skal liggja í handlinum nógv meir enn tvey ár, og at tað eru limirnir, sum leggja pløggini  inn,  sum sjálvir hava ábyrgd av, at koma eftir lutunum og at leggja nýggjar inn.

Og vit gjørdu nýggja skipan, har øll, sum koma við nýggjari vøru til handilin, skulu gera á sama hátt – also prísa, seta dato og ár á og alt tað – og síðani skulu tey leggja lutir og pløgg í kurv í køkinum, har tað stendur á: “til nýggja vøru”.  So eru tað nakrar ávísar, sum hava ábyrgd av at leggja lutirnar út í handilin.  Tær gjøgnumganga pløggini, áðrenn tey verða løgd út í handilin. Og er okkurt, sum ikki er í lagi, verður tað líka lagt til síðis, og eigarin fær eitt sms um at koma aftur eftir tí fyri at fáa tað í rættlag. Haldi, at tey flestu hava tikið væl ímóti nýggju reglunum.

Í januar varð eisini byrjað uppá at broyta tað eina WC-ið á Piddalofti til tvey. Hetta er nakað, vit hava ynskt í longri tíð, og sum Finnur, Ann hjá kommununi og Áku tóku sær av. Úrslitið varð ordiliga gott – og verðsins fittastu WC kundu takast í brúk í mars.

Heimasíðan hjá okkum www.ribarhus.com fór “í ommu sína” tá síðst í des. 18, og vit fóru at tosa um at fáa eina føroyska loysn. Kannaðu ymiskt og fingu eitt gott tilboð frá KREA – og vit tosaðu aftur og fram um, hvat og hvussu – og mitt í februar tóku vit av tilboðnum frá Krea, og tey fóru so undir at gera okkara nýggju heimasíðu.

Piddasahandil kom so spakuliga upp á pláss aftur, og vit byrjaðu at hava opið aftur sum vanligt seinnapartar.

Allar bøkur og fløgur vórðu eisini havdar á hondum og sorteraðar – ein lítil partur settur aftur á hillarnar á loftinum, og restin fór aftur til eigararnar. Eitt stórarbeiði, sum Margit tók sær av, og sum endaliga var komið á mál við síðst í mars.

Aðalfundur var fyrst í mars, har Dagmar hevði eina áhugaverda framløgu um handverk, søluvøru og annað. Nýggir limir komu í nevndina, sum fór til arbeiðis beinanvegin, og nevndin hevur havt fundir fast fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði umframt aðrar tíðir í samband við ymiskt, sum hevur tikið seg upp gjøgnum árið.

Vit ynsktu okkum eina nýggja uppvaskimaskinu, og Malena fekk uppgávuna at kanna um prís og dygd, og síðst í mars keyptu vit so eina góða uppvaskimaskinu til Ribarsloftið, eina maskinu, sum vaskar skjótt og við ordiliga heitum vatni. Nú er lagamanni at brúka ordiligt steintoy – Vit vilja so gjarna burtur frá at brúka einnýtis borðbúnað, og tað gongur spakuliga tann rætta vegin.

Í mars byrjaðu ljósini á Piddaloftinum at streika. Tey vóru heldur ikki nýggj longur, men vit bíðaðu tó við at gera nakað við tey akkurát tá – helst hugsaðu vit, at tað gekk alvorliga móti ljósari tíðum. 😉

“Ribarhúsbólkurin” við Frits á odda fór í gongd við at fyrireika eina stóra spennandi listaframsýning, sum skuldi setast á skrá umkring Varmakeldu – eina framsýning, eitt 50 ára minni um tey, sum byrjaðu Varmakeldu-framsýningarnar fyri 50 árum síðan – men sanniliga eisini eina nútíðar framsýning – har allir fuglfirðingar, sum fáast við list – kring um í Føroyum og uttanlands vórðu bodnir við.

Fyrst í apríl tók Unn sær av at gera “arbeiðslista” til okkarahús til bindifestivalin.Vit skuldu hava meir opið enn vanligt og máttu tí hava fleiri konur á banan hesar dagar. Bindifestivalurin brúkti Ribarsloft til bindikafé og fyrilestrar.

Í Ribarhúsi vóru um somu tíð fleiri framsýningar. Tanja sýndi fram pløgg, sum eru í hennara bindibók, ”Strik med naturen”. Og Serbreytin á Glasi hevði framsýning og sølutiltak, har dentur varð lagdur á at hugsa grønt og hugsa um endurnýtslu, og okkara kæra hekklaða  jólatræ stóð har so fitt mitt í rokanum og “blomstraði”. Og í Piddasahandli seldu vit serligar bindifestival-køkur og kaffi.

Síðst í mai fóru vit á Ribarsloft at læra at leggja ymiskt inn á heimasíðuna, sum nú var líka við at vera klár.

Vit tosaðu aftur og fram um at fáa hyndir á okkara nýggju kaféstólar í Ribarhúsi. Hetta tók Sigrun sær meistarliga av – og 20 heimabundnar/seymaðar rundar hyndir úr føroyskum tógvi og við føroyskum bindingarmynstri sóu seinni á sumrinum “dagsins ljós”, og tær prýða so sera væl um.

Fyrst í mai vaskaðu skúlanæmingar, undir leiðslu av einum lærara og Finni, tún og trappur rundan um húsið. Hetta var okkurt slag av stuðulsarbeiði, sum tey so fáa pengar frá kommununi fyri at gera.

Og um somu tíð varð heimasíðan www.ribarhus.fo løgd út alment.

Tað var eisini fyrst í mai at vit viðgjørdu spurningin um innanhýsis samsýningar fyri bakverk í sambandi við ferðavinnu á Ribarslofti – og eisini, um vit skuldu ella ikki skuldu hava opið fyrrapartar frá hálvum juni til síðst í august. Og tað endaði við, at vit høvdu opið fyrrapartar, frá umleið hálvan juni til síðst í august kl. 10 til 15 fyri samsýning.  Vit løgdu skriv um tað út á bólkin hjá okkum “Piddasahandil – vit sum passa handilin” og gjørdu ein lista við mánaðum og døgum, har allar kundu vera við og seta seg fyri ein ella fleiri ávísar dagar – Og hetta riggaði, fleiri hjálptu til við at hava opið.  Her vitjaði væl av ferðafólki fyrrapartar hesa tíðina.

Og her vóru ferðafólk og “málaráð” til morgundrekka og frokost, sum onkrar tóku sær av. Her vóru kvøldskúlaskeið og onnur skeið, og onkur leigaði til familju”komsammen”, føðingardag og konfirmatión. Her vóru konur til Streetbinding.  Her vóru nógvar spennandi listaframsýningar – fyrst í juli var ein heilt serlig framsýning, sum sera nógv varð gjørt burturúr. Her vóru bókaframløgur og bókasøla, og onkur konsertin var eisini. Og mánamorgnar, ein stóran part av árinum, var kafé á Ribarslofti fyri kvinnur 60+.  Og her var opið so gott sum hvønn dag eisini í 2019 – Fantastiskt  🙂   takk fyri tað 🙂

Og konur – kanska kundu tær verið fleiri á júst tí postinum – vaskaðu, ruddaðu, løgdu uppá pláss, koyrdu í skrell og koyrdu skrell J  Tær tóku handkløð, lappar og viskistykki heim við at vaska, bóru aftur og løgdu upp á pláss, og tær bakaðu til tiltøk,  gjørdu kassan upp – fluttu úr kassabók yvir á nøvn. Fluttu pengar á konto hjá teimum, sum høvdu selt. Tær fóru í bankan við pengum o.s.fr. Stórarbeiði, sum javnt og savnt verður gjørt uttan stórri hóvasták og løn.

50-ára framsýningarátakið byrjaði 1. juni í Ribarhúsi við teimum gomlu listamálarunum,  teimum, sum byrjaðu Varmakelduframsýningina fyri 50 árum síðani. Seinni í juni var ein framsýning við arkitektum úr Fuglafirði, og 24. juni fór tann stóra framsýningin við 50 listafólkum  av bakkastokki  við sýningum í 6 ymiskum hølum og setan í Miðstaðarlundini við hornblástri og talu, kaffi og heimabakaðum og møguleika fyri at keypa ræstkjøtaburgara og Asian food. Og ein flott plakat varð gjørd til at markera hetta serliga tiltak – tað var Suffía Nón, sum  designaði og læt til framsýningarátakið fyri einki.

Hetta stóra tiltak  kravdi nógv eyka fólk til at sita vakt í teimum ymisku hølunum. Eisini tað gekk, umenn eitt sindur striltið og við nógvum eyka stríði hjá summum summar dagar.

Mitt í juli keyptu vit ein køkukølara til Piddasahandil, og fyrst í august noyddust vit at fara í holt við at fáa nýggj ljós til Piddaloft og í handlinum. Har byrjaði at lukta brendaluktur í onkrum av armaturunum, so tað ráddi um at skifta tey út sum skjótast.Tey nýggu ljósini vórðu bíløgd og sett upp í august. Tey rigga væl í stíli og brúka minni streym J

Og síðst í august vóru vit partur av Harmonikufestivalinum – onkur konsert varð sett at vera í Ribarhúsi.

Í august fyrireikaðu vit eisini “gamaldags køkuborðið” til mentanardagarnar, sum vóru fyrst í septembur. Nógvar av konunum, sum passa Piddasahandil, bjóðaðu seg til at gera ymiskar lekkrar gamaldags “ommukøkur”, og vit brúktu “hyggeligar abbakoppar” at drekka  úr. Um somu tíð var eisini ein stórfingin framsýning á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsi. Hetta tiltakið á gomlu gólvbrettunum úr 1938 skúlanum, gamaldags køkuborðinum og tí føgru listaframsýningini við verkum hjá Poul Horsdal fekk eisini sera góða og positiva undirtøku.

Umkring 20. septembur var fyrsta Streetbinding-tiltakið á skránni. Og fyrst í oktobur tosaðu vit um at lýsa jólasølu og jólakafé til fyrst í desembur.Tað var eisini í oktobur, at binditúrurin við Norrønu varð lýstur inni á “Piddasahandil – vit sum passa handilin”.  Túrurin er lýstur sum ein íblástrar- og hugskotsgevandi túrur, har vit kunnu brúka ymiskt, vit læra á túrinum, sum íblástur her í húsinum frameftir.

Í 2018 varð tosað um at skipa fyri “Listafólkabústaði og verkstaði í Fuglafirði”. (Gist og arbeið við list) – onkra ávísa viku/ vikur á hvørjum ári, tá ið eingi skeið ella tiltøk eru á Ribarslofti. Hetta átak er enn bara í stoypiskeiðini og ætlanin um, at royndarkoyra hetta í 2019, varð av ongum. Tað verða Kunningarstovan/LISA  og mentanardeild komununnar, sum saman við okkum her í húsinum koma at standa fyri hesum tiltaki, ­­har meiningin er, at listafólk kunnu búgva í t.d. Høvdahúsinum og arbeiða við list á Ribarslofti.

Í vikuskiftinum um mánaðarskiftið novembur/desembur var jólasølutiltak og jólakafé – og Piddasahandil í jólasøluhumør. Annars var nógv opið her í húsinum í desembur – okkurt vikuskifti var bókasølu tiltak, og 17. des. vóru vit  partur av “Einglar lata lúku upp” – eitt  sera hugnaligt tiltak og ein jólaligur seinnapartur við vaflum og kakao á Ribarslofti, og Piddasahandil hevði leingi opið.

Hetta er í stórum og lítlum trekkum “árið, ið fór” í Okkarahúsi – hesum lítla, fitta, svarta húsinum mitt í Fuglafirði – sum ikki sær so øgiliga nógv út fyri verðini uttanífrá, men sum sanniliga er eitt livandi hús. Her hendir so óalmindeliga nógv – nógvar dagar á árinum.

Takk sigi eg øllum tykkum, sum geva av tykkara dýrabaru tíð fyri at fáa hetta fitta húsið at fungera!

 

Les onnur tíðindi