AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert

Deil

AMEMA kvartettin eru

Marta Torkilsdóttir (floyta) Elsa Maria Dam Kongslíð (floyta) Andrea Heindriksdóttir (floyta) Anna Klett (klarinett)

Andrea Heindriksdóttir og Anna Klett byrjaðu báðar at spæla tónleik á ungum árum í Tórshavn har grundarlagið fyri bæði vinalagið og yrkisleiðina varð lagt og eru tær síðani vorðnar ein grundarsteinur innan klassiska føroyska tónleikalívið. Eftir loknan lesna á Kongeliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn fóru tær hvør til sítt – Anna til víðari lesna uttanlanda og síðan til starv í millum annað Athelas Sinfonietta og Figura ensemble, og Andrea til áhaldandi og ótroyttiligt arbeiði á Tórshavnar Musikkskúla. Tær spæla báðar í  kamartónleikabólkin Aldubáran har tær eru fastir limir og hava umframt tað spælt við Føroya Symfoniorkestur síðani allarfyrstu konsertini í 1983. Andrea og Anna fáa fylgið av fyrrverandi næmingum hjá Andreu, ElsaMariu Dam Kongslíð og Martu Torkilsdóttir, ið báðar lósu víðari á Musikhögskolan i Malmö og nú fylgja í fótafetunum hjá henni sum floytulærarar.

 

 

 

 

 

Les onnur tíðindi