TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Anni Haraldsen við áseymaðum myndum í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp pálmasunnudag 24. mars kl 15 har Bárður á Lakjuni luttekur við sangi og spæli til ferniseringina Opið er sunnudagin til kl. 17. Øll eru hjartalig vælkomin 🙂
Framsýningin er opin yrkdagar kl. 13 til 16 og leygardag kl. 11 til 14. og hongur uppi intil einaferð mitt í apríl.
Opið allar páskadagarnar skýrisdag, langafríggjadag, fyrsta og annan páskadag frá kl 14 – 17
Anni sum “málar” við seymimaskinuni er fødd og uppvaksin í Fuglafirði. Í 1983 fór hon til Danmarkar at ganga á læraraskúla, har hon hevði myndlist sum linjufag. Hon byrjaði at seyma myndir í 1987. Tær flestu av hennara myndum hava føroysk motivir. Hon heldur at tað følist heimligari at seyma myndir úr tí føroysku náttúruni, enn at seyma myndir við donskum motivum. Hetta sigur hon, hóast hon hevur búð meira enn helvtina av lívinum í Danmark. Anni litar sjálv nógv av toyðnum hon brúkar til myndirnar. Gg til at skapa stemning og djúbd í myndinar brúkar hon garn, tyll og ull og so nógv siksak.
Frmsýnin gin hongur í Ribarhúsi til einaferð mitt í apríl
Les onnur tíðindi