TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Beinta Gaard í Ribarhúsi
Týsdagin 31. mars kl. 16.00 letur ein nýggj framsýning upp í Ribarhúsi.
Tað er Beinta Gaard sum sýnir fram sínar myndir.
Beinta byrjaði at mála 2006 og hevur síðan tá, nomið sær íblástur og vitan á kvøldskúla-skeiðum hjá m.a. Randi Gunnarsdóttir og Finnleif Mortensen.Og eisini, í fleiri ár, á vár-skeiðum sum danin Birger Møller, fyrrverandi undirvísari á Kunstakademi Århus, hevur skipa fyri í Føroyum.
Hesi skeið hava givið Beintu ríkan íblástur til at finnað sín egna stíl – ein stíl við litríkum skapum, ið dansa ein feginsdans til gleði og gagns fyri eygað sum sær.
Beinta er ættað úr Klaksvík, býr í Hoyvík og undirvísir í átrúnaði, enskum og samfelagsfrøði á miðnámi á Kambsdali.
Hon hevur hevur áður sýnt fram ymsastaðni í Føroyum.
Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsi til leygardagin 17. apríl.
Vælkomin
Les onnur tíðindi