TÍÐINDI
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Edith Mørkøre í Ribarhúsi við PRENTVIKUM – hesaferð við KLÆÐISPRENT
Í samband við PRENT VIKURNAR í Fuglafirði í døgunum frá 24. mars til og við 14. apríl, verður í ár varpað ljós á KLÆÐISPRENT.
Tá ið framsýningin letur upp fríggjadagin 24. mars bjóðar Edith kaffi/te og gott til góman frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Øll eru vælkomin inn á gólvið og bjóði endiliga øðrum við…
Gallarí Ribarhús verður karmur um eina serframsýning sum vísir fram klæðisprent á ymiskan hátt.
Framsýningin umfatar tøknirnar screenprent, háprent, cyanotypi og monotyp sum Edith Mørkøre hevur arbeitt nógv við seinastu tíðina.
Framsýningin vendir sær øll lista-, móta-, prent-, og hondarbeiðsáhugaði.
Framsýningin er eisini ætla skúlaflokkum o.ø. bólkum at vitja.
Eisini vera ymisk skeið á Ribarslofti í klæðisprenti meðan framsýningin hongur uppi sí niðanfyri her 🙂
Framsýningin er opin soleiðis:
Mána- til fríggjadag: kl. 13.00 til kl. 16.00
Leygardag: frá kl. 11.00 til kl. 14.00
”Tó er stongt Skýrisdag, Langa Fríggjadag og 2. Páskadag”
SÍ FULLU SKRÁNNA FYRI PRENTVIKURNAR HER: https://litbrigdi.net/stokk-upp-verkstovur/prentvikur.html
Les onnur tíðindi