Elsa Heinesen í Ribarhúsi

Deil

Framsýningin letur upp  hósdagin 7. august. klokkan 16. – øll er hjartaliga vælkomin 

Elsa Heinesen er úr Klaksvík og býr í Danmark

Hon sýnir fram akryl málningar og akvarell myndir á hesari framsýningini.

Listaverkini hanga á gomlu veggjabrettunum  í Ribarhúsi allan august mánað. 

Hon hevur eina FB síðu sum eitur “Elsa Heinesen Art” – har man kann síggja  tað sum hon fæst við.

Gerandisdagar er opið frá 10:00-17:30 og leygardagar frá 11:00-14:00 

Sissal Kampmann sigur: Allarbesta og sera, sera dugnaliga listakvinnan, Elsa Heinesen hevur framsýning í Ribarhús frá hósdegnum 7. august og mánaðan út. – Snýtið ikki tykkum sjálvi fyri finurligu, fjøðurløttu og samstundis djúpu, skeivu og humoristisku myndunum hjá Elsu, ið eftir mínum tykki eisini altíð hava eitt twist av melankolii og gotiskum myrkri yvir sær, samstundis sum tær boða frá løttum, ljósum kenslum og kærleiksfullum sambondum ❤ Persónliga eri eg fjeppari, og eg vænti, at tit eru fleiri, ið fara at siga tað sama, tá tit hava sæð list hennara ❤

 

Les onnur tíðindi