TÍÐINDI
Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)
Ribarsloft: týsdagar í vetur kl. 10 til 12 er kafé fyri kvinnur 60+
Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)
Erna Luðvíks er íslendsk og hevur nú í nakrar vikur ferðast/búð í Fuglafirði. Tann 11. oktobur hevði hon eitt málningaskeið við børnum á Ribarslofti – málningarnir sum børnini gjørdu tann dagin eru við á framsýningini.
Fernisering verður týsdagin kl. 17 har øll eru hjartaliga vælkomin – Erna sigur nøkur orð og Sólrun syngur – okkurt ábit er eisini. Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂
Allir málningarnir sum eru við á framsýningini eru til sølu.
Erna er fødd í Akranesi í Íslandi í 1951. Hon er sjálvlærd í myndlist og brúkar sum oftast oljumáling til sínar málningar.
“Málningarnir verða til uppá ymiskar mátar, men eg byrji bara og myndirnar koma sum ein flóð til mín. Eg havi yndi av, at mála og vinna á avbjóðingum, sum koma til mín”.
Erna hevur sýnt fram nakrar ferðir og hetta er tann fjórða, har hon hevur onnur saman við sær – hesaferð saman við børnumí Fuglafirði.
Hon hevur eisini sniðgivið ymist annað kreativt, m.a. BØNARKLÚTAR, sum eru sera væl dámdir, har nógv hava fingið likamliga, sálarliga og andaliga grøðing.
”Tað gleðir meg at kunna halda framsýningar saman við børnum. Tey eru okkara framtíð”.
Les onnur tíðindi









