TÍÐINDI
Jens Klæmint Jacobsen saman við døtrum og versoninum Sam í Ribarhúsi
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag hevur aðalfund og hugnaløtu í Ribarhúsi týskv.11 mars – síggjast :)
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver

Heidi Henriques í Ribarhúsi
Vælkomin til framsýningina sum hongur uppi til síst í august.
Heidi er 40 ára gomul og er júst flutt aftur til Føroyar, eftir at hava búð 17 ár í Keypmannahavn.
Hon hevur mála í nógv ár og haft listasýningar í Føroyum og Keypmannahavn.
Heidi byrjaði sum ung, at mála við akryl á lørift, men seinastu nógvu árini hevur hon mála við akvarellum burturav.
Hon er hugtikin av litspælinum ið uppstendur tá litirnir renna saman við vatn og fittliga støddin á útgerðini passar henni sera væl.
Kanska serliga tí at hesi arbeiðsamboð passa væl til smáðu íbúðirnar í Keypmannahavn.
Heidi fær sín íblástur allastaðni frá. Val av litum er ofta úr útheimunum, serliga Dominikanska Lýveldinum, har hon hevur tøtt bond.
Føroyska náttúran og djóralív er tó eisini ein grundleggjandi kelda til inspiratión.
Myndirnar hanga uppi til 30. august.
Les onnur tíðindi