TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Kári Svensson í Ribarhúsi á Mentanardøgunum 2024
Tað er listamálarin, Kári Svensson, sum sýnir fram í Gallarí Ribarhús á Mentanardøgunum í ár.
Framsýningin letur alment upp fríggjadagin 6. sept kl. 15, har ”Køttlum og á Lakjuni” spæla nøkur løg, og ein góður kaffidussur er at fáa.
Við á framsýningini eru einir 14 málningar, størri og smærri.
Kári er 70 ára gamal – føddur og uppvaksin í Havn, har hann eisini býr. Kári hevur røtur í Fuglafirði – hann átti ommu og abba her.
Kári hevur fingist við list frá heilt ungum av og hevði sína fyrstu framsýning sum 17 ára gamal. Síðan tá hevur hann havt eitt ótal av framsýningum bæði her í Føroyum og í nógvum londum kring um í heiminum.
Kári er virkin listamaður og hevur í nógv ár verið ein av kendastu listamálarunum í Føroyum. Hann hevur sín heilt serliga stíl, er musiskur í litavali og í litasamanseting – og okkara stórbara føroyska náttúra við sínum skifti í ljósi og veðri allar árstíðir sermerkja hansara list.
Kári hevur eisini í nógv ár verið við til at skipa fyri skeiðum í málningalist.
Listaframsýningin hjá Kára Svensson hongur í Ribarhúsi allan septembur mánað.
Vælkomin inn á gamalt gólv at njóta hesar frálíku málningar.
Meir er at lesa um Kára Svensson á www. karisvensson-art.fo
Les onnur tíðindi