Konsert í Ribarhúsi?
Gallaríið eitt hugnaligt og fjálgt stað og er vælegnað til smærri konsertir – 50 fólk sita væl her við kaféborð – Vit hava í mai 2025 fingið eitt spildurnýtt flygel sum passar væl í stødd til rúmið.
Og um man fjernar borðini sita eini 70 /80 fólk væl her.
Í hølinum hongur aloftast ein framsýning á gomlu veggjabrettunum.
Til ber at selja atgongumerki á atgongumerki.fo til konsertir í Gallarí Ribarhús.
Skriva ein meyl til ribarhus@ribarhus.fo
Vælkomin við hugskotum til eina konsert her 🙂