Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.

Deil

Hesar tríggjar spennandi listakvinnurnar úr Klaksvík, hava fernisering  i Ribarhúsi

fríggjadagin 6. desembur kl. 16.

Til ferniseringina fara Hanna Jensen og Kristian at syngja og spæla nakrar sangir. Eisini fæst kaffi, te og okkurt søtt afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Maria Mørkøre um seg sjálva, – Eg eri 57 ára gomul. Eri gift og eigi tvær døtrar. Eg búgvi í Klaksvík
Gekk á Listaskúla í Danmark í Klassiskari tekning og maling 1996-1998.

Havi síðani tá teknað  og málað nógv og luttikið á nógvum framsýningum og havt fleiri einstaklingaframsýningar..
Eisini havi eg myndprýtt barnabøkur og undirvíst børnum og vaksnum í list.
Nú máli eg burturav.
Menniskju, djór og náttúra geva mær íblástur.”

Bodil Joensen um seg sjálva- Eg eri 45 ár, eri úr Klaksvík og búgvi her. Eg eri gift, eigi 3 børn og eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

Eg máli og tekni í frítíðini. Síðani eg var smágenta, havi eg teknað og málað. Sum ung gekk eg nøkur ár í kvøldskúla í Klaksvík og í Herlev. Harafturat havi eg tikið okkurt stutt skeið á alnótini. Íblásturin er frá fólk, djór og náttura.

Verkini, sum eru við í framsýningini, eru tekningar við svørtum fineliner, sum ikki kámast. Harav eru nøkur verk prikkatekningar, ið eru meira tíðarkrevjandi enn hinar. Í løtuni fáist eg nógv við at brodera á tekningarnar, harafturat brúki eg eitt sindur akvarell.
Verkini eru innrammaði hjá Myndlist við fyrstafloks glasi og sýrufríum baki.

Selma Johannesen  um seg sjálva, –

Eg eri Námsfrøðingur og komi úr Klaksvík.

Eg arbeiði til dagligt hjá Almannaverkinum.

Eri gift við Tórður og eiga vit 4 vaksin børn.

Vit búgva í Miðvági.

Í míni frítíð, dámar mær so sera væl at vera skapandi.

Eg elski at mála, og máli mest naivar málningar.

Tann góði felagsskapurin, hugtekur meg nógv og er í huga

mínum, tá eg máli. – Ein góður felagsskapur er, har tað er

pláss fyri øllum. – Havi eisini verið á nógvum skeiðum, hjá

ymiskum føroyskum Listarfólkum.

Mín list kann síggjast her:

Instagram: art –um Selmu

Facebook: Skapandi Løtur

Et fællesskab udvikles sjældent ved at fokusere på individer — det er snarere

omvendt: Fællesskabet er rammen for individets dannelse

og udvikling! Professor Svend Brinkmann

Les onnur tíðindi