TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Marnhild Kambsenni í Ribarhúsi –
Framsýningin “Hvør dagur er ein gáva” letur upp leygardagin 17.mai kl. 14 – Marnhild er har og ein góður kaffidussur er at fáa . Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂
Framsýningin hongur uppi í Ribarhúsi í eina viku -til og við 23. mai.
Um Marnhild:
Marnhild Hilma Kambsenni er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, dóttir Hilmu og Fredag, hon flutti til Ísland at búgva 1977.
Marnild hevur arbeitt sum sosial og heilsuhjálpari í nógv ár men mátti gevast við tí í 2016 vegna sjúku.
Fyri at fylla tómrúmi sum ofta kemur tá man knappliga má gevast við dagliga arbeiðnum, fór hon at mála.
Marnhild hevur altíð havt áhuga fyri list og tað hevur veri lekjandi fyri hana at sleppa at skapa okkurt nýtt við vøkrum og glaðum litum.
Havið, fjøllini, umhvørvið og tey bjartlittu húsini har hon vaks upp og sum hon elskar, hava sett síni spor og havt stóra ávirkan á hennara listarligu skapanarevni
Marnhild hevur havt fýra stak framsýningar og hartil havt framsýningar saman við øðrum, bæði í Føroyum ogí Íslandi
Staksýnigar
2017: Húsini tosa saman“ Ribarhús, Fuglafirði
2018:,, Heima hjá Hilmu“
219: ,,Undir sama taki“
2020: ,,Undir kambinum“
Les onnur tíðindi