Mini “Støkkupp” Sølumiðstøð í Ribarhúsi 12.-13. apr. 2024. Opið báðar dagar kl. 11 til 18

Deil

Eitt sera hugnaligt gamalt hús við tveimum inngongdum –  einari bláari hurð ”heimeftir” og eini reyðari  hurð ”norðeftir”.

Inni her, millum bjálkar, brettir,  gamlar hyllar, skivur og knirkandi trappur – eru nógvir hugnaligir krókar har tú kanst sita við stokkum og einum dussi. Ella bara ganga í tímavís og hugna tær og hitta fólk og fáa góð prát.

Her er ein hugnaligur heimavirkishandil við stórum úrvæli – Ein spennandi Lúkukafé við nógvum góðum til góman bæði av søtum ósøtum 😊 Ein spennandi framsýning í Gallarínum við áseymaðum myndum hjá Anni Haraldsen pluss ein rúgva av lýsingum frá teimum sum selja runt umkring í húsinum.  Og vørurnar sum tey selja fevna um alt møguligt.😊 tað mugu tit sjálvi koma inn at uppliva.

Ì gallarínum vera hesar dagarnar framførslur við tónleiki og sangi ávísar klokkutíðir  eins og vit av  pallinum eisini fáa nakrar framløgur um áhugaverd evni –

Vit fara at lýsa væl á FB og her á síðuni – við klokkutíðum og nøvnum, mitt í komandi viku.

So gleði tykkum 😊 Her kostar onki at koma inn og alt sum gongur fyriseg á pallinum er eisini ókeypis.

Hjartaliga vælkomin í Ribarhús.

 

 

 

Les onnur tíðindi