“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)

Deil

Ribarhús hevur fingið nýtt flygil. Eitt Yamaha GS1. Flyglið er 161 cm til longdar, og er sera hóskandi til hetta deiliga hølið, sum vit eiga her í býnuum.

Sunnudagin á Varmakeldu bleiv instrumentið so veruliga tikið í brúk.

Ribarhús lýsti við serstakum tiltaki: “Fugfirðingar spæla á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu”.

Vit vóru fleiri sum royndu at finna fram til klaver spælandi fuglfirðingar  – og vit funnu ein hóp av teimum, men nøkur bóru seg undan, tó vórðu tað ikki færri en 13 fuglfirðingar (onkur av teimum var “avfuglfirðingur” sum  gjarna vildu ríka hesa løtuna við at spæla eitt ella 2 løg á nýggja ljóðføri.

Ein sera hugtakandi løta, sum vit eru sera glað fyri 🙂

Tey sum spældu hendan seinnapartin vóru

Ann-Kristin Dyrdarklett Hansen (Anki), Harry á Lakjuni, Jóhannes Simonsen, Heri Jøkladal, Poul Øregaard, Tóki Hentze, Theodor Erling Johannsesen, John Petersen (hann hevði fingið dóttrina Rebekku á violinini at spæla saman við sær), Eyðun á Lakjuni, Jógvan á Lakjuni, Høgni á Lakjuni (Monika Stauss spældi saman við honum), Jórun Pólsdóttir og Benjamin Dalheim Djurhuus.

Og nógv fólk vóru í Ribarhúsi og lurtaðu –

Nøkur orð, søgd í Ribarhúsi tá tiltaki byrjaði.

Hjartaliga vælkomin í Ribarhús hendan Varmakeldu sunnudagin í 2025

til tiltaki ”fuglfirðingar á flygel”

Hetta er eitt tónleikatiltak, sum vit hava glett okkum til og hetta er okkara “máti”, líkasum at markera og fortelja, ella kanska at reypa um 😉 – at vit hava fingið eitt spildurnýtt flygel í húsið – eitt fitt YAMAHA GC1 -Baby Grand piano – pakkað niður í Japan fyri einum tveimum árum síðani og pakkað út aftur í Ribarhúsi 5. mai í ár. 😊 –

Hesari løtu og hesum ljóðføri hava vit spent bíðað eftir og roynt at samla pengar til í fleiri ár 🙂 So nú er eitt stórt, gamalt ynski blivið veruleiki – Takk til øll tykkum, sum hava stuðlað – stórar og lítlar fyritøkur og einstaklingar í nærumhvørvinum, tit sum sóu ella síggja virði í hesum – uttan tykkum bar hetta ikki til – flygli riggar væl inni her og fyllur passaligt og minst til – tað stendur mitt í býnum –og kann koma at vera til gleði og gagn fyri nógv. 😊 Vit hava allar stuðlarnar í hesi rammuni sum nú stendur í vindeygakarminum aftanfyri flygli.

Hurðarnar í hesum húsinum standa ofta opnar frá morgni av – serliga hesa tíðina av árinum – og her koma nógv fólk inn á gólvið.

-Fólk sum elska at spæla kunnu illa halda fingrarnar burtur, tá tey síggja eitt prýðiligt ljóðføri og nøkur hava tí líka sett seg og tikið nakrar tónar – Hetta er sera hugfarsligt at uppliva  Og hetta er eisini meiningin við  flyglinum- at tað fer at vera eitt fólksins flygel –

So tit sum elska at spæla uppá – haldi tykkum ikki aftur tá tit eru inni her … men spæli ein góðan 😊

Okkara ynski og vón er at her fara at verða nógvar konsertir og nógvar hugnaløtur sum í dag, so flygli kann blíva til stórstu gleði fyri so mong sum gjørligt – tónleikur lyftir upp og er góður fyri heilsuna 😊

Í dag gleðast vit um at fleiri sum vit hava spurt, hava sagt ja  😊 – nøkur hava takka nei og nøkur hava sagt kanska –

Tí er so ringt at gera eina skrá – men vit taka tað sum tað kemur – 😊

Vit hava eisini roynt at fingið tað út millum fólk, -at um tey kenna onkran, sum kennur onkran, sum spælir, um at siga okkum frá –  vit kenna verri enn so allar “fuglfirðingar”sum spæla uppá-

Vónandi kemur onkur av teimum, ið vit ikki visti um, og tí ikki fingu spurt, – framvið í dag ella ein annan dag og yvirraskar og gleðir okkum við teirra spæli 😊

Vit gleða okkum til ein hugnaligan tónleika- seinnapart við pausum, práti og dussum.

Hjartaliga vælkomin og takk til øll sum vilja spæla fyri okkum 😊

 

Les onnur tíðindi