TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Piddasahandil – Ribarsloft – Ribarhús og Lúkukaffi á Varmakeldu
Hjartaliga vælkomin – úr Lúkuni fæst ein góður dussur við heimabakstri afturvið til keyps – í Piddasahandli (the Old Shop) fáast m.a. lekkrar ullintar troyggur og nógv annað spennandi heimavirkað – bæði til brúks og prýðis. Og á Piddalofti ein rúgva av bókum – nógvar til ein góðan prís .
Søguligi bygningurin er altíð eina vitjan verdur – her er hugnaligt at koma inn – nógvir krókar og trappur upp og trappur niður -og nógv støð man kann seta seg og bara vera til 🙂 á Ribarslofti hanga søguligu málningarnir hjá Heðini Kamdsdal – málaðir eftir myndum av og úr Fuglafirði fyrst í 1900… Og í Ribarhúsi málningaframsýningin hjá Øssur Mohr – sísti kjansur at síggja hana er sunnudagin 2. juli.
Vit her í húsinum ynskja øllum eina góða Varmakeldustevnu
Les onnur tíðindi