Reglur & ráð fyri limir

Til allar limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag

Les væl!

Vælkomin í felagið –

Tú fært eitt lima-nummar, sum tú setur á allar lutir sum tú selur í Piddasahandli.

Tú  fylti út eitt skjal – on-line ella í Piddasahandli –

har tú upplýsti far.tlf.nr. og um tú selur vørur – eisini eitt kontonummar.

   Limagjald:  Limagjaldið er kr. 150,- um árið og kann flytast á konto: 9865 993 772 7 viðmerk hvat ár talan er um –  lættast er at hava eina fasta flyting 🙂

Tá tú kemur við nýggjari vøru til at selja-

– Set prís, heimavirkisnummar á. Og mdr/ár við lítlum í eitt horn,(nær vøran er latin inn) –

– Eisini er gott at viðmerkja stødd, hvat slag av tógvi er brúkt og hvussu plaggi skal vaskast.

– Piddasahandil hevur sermerkt prís-merki at seta á vørurnar, stórar og smáar og klistrimerkir.

-Títt egna sølumerki (um tú hevur eitt) kann eisini vera á tínum vørum.

– Um okkurt er, viðvíkjandi  onkrari av tínari vøru – so fært tú sms-boð um tað.

– Vit gleða okkum til gott samstarv og at síggja tað, sum tú leggur til sølu 🙂

Søla og avrokning:

Tá ið ein vøra verður seld, verður lima-nummar og prísur skrivað upp í okkara “kassabók.”

Tað er bókin sum liggur á diskinum til dagligt.

Avroknað verður hvønn mánað.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at alt, sum er skrivað í “Kassabókina”undir einum heimavirkis-nummarið – verður gjøgnumgingið og skrivað upp á tey røttu nøvnini.

*í 2024 bleiv samtykt á aðalfundi at broyta % ini av seldari vøru – sum fara til húsið og frá januar 2025 verður gjørt soleiðis:

Tey sum leggja vøru til sølu her og eru TØK at passa handilin – ella gera annað arbeið húsinum at gagni, vera trekt 10%  – og tey sum leggja vøru til sølu her MEN ikki eru tøk hjá húsinum verða trekt 20% av samlaðari sølu tá gjørt verður upp  og restin av peninginum  fluttur á konto hjá viðkomandi limi.

Avrokningarseðlar verða ikki sendir út, men liggja í nummarrøð, í brævbjálva-haldara á skivuni beint við kassan.

Bið tær sum passa handilin um at vísa tykkum hvar.

Lat brævbjálvan við limanumarinum verða eftir, (endurnýtsla) men tak innihaldið við –

! Kannið eftir og gerið vart við, um okkurt er galið, bert á tann hátt kunnu tingini koma uppá avrokningina hjá rætta viðkomandi!!!

Minni enn kr 300,-

Er upphæddin sum tit hava selt fyri, minni enn 300 kr. verður peningur bert  fluttur í juli og desember mánaði. –

 Soleiðis virkar limaskapurin eisini:

Allir limir eru vælkomnir at hjálpa til í handlinum.

Mest umráðandi er at handilin er opin hvønn dag.

So ert tú ikki á listanum yvir tey sum fegin vilja passa Piddasahandil ein dag um mánaðin,

Sig so endiliga frá og sig eisini frá, hvør dagur í viku passar tær best.

Skriva teg upp , ring ella sms-að á tel. 224427 (okkara fartelefon) og sig frá.

Hvønn mánað verður gjørdur ein arbeiðslisti.

Brúk fyri øllum!

Brúk er fyri fólkið til ymiskar aðrar uppgávur eisini.

Positivt um limir hava hug at skipa fyri  tiltøkum, og fólki at hjálpa til, tá tiltøk eru í húsinum. t.d á Bindifestivalinum (apr) Varmakeldu (juni/juli) Mentanardøgum (aug/sept) og í samband við Jólasølutiltøk (nov/des) Gott um tit hava tað í huganum.

-Ynskiligt, at tað, nakrar ferðir um árið kundi verði skipað fyri hugnaløtum og sokallaðum Stokkakvøldum í Ribarhúsi.

Og um tit hava hug at skipa fyri onkrum td.- skeiðum, hugnaløtum ella øðrum, – Tosið við onkran í nevndini um tað, so finnað vit í felag útav tí !