RIBARHÙS frí.5.juli-kl.19 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning í ár – Frits til minnis.

Deil

Framsýningin  “Frits til minnis” letur upp fríggjakvøldið 5. juli kl. 19 – tá verður ymist á skrá m.a. fara Dávur Winter og Jonhard Mikkelsen at hugleiða og ein kaffidussur verður at fáa.

Sunvá ( abbadóttur Frits) sýnir fram og selur nakrar vatnlitsmyndir sum hon hevur gjørt til høvi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Frits Johannesen var maðurin ið skipaði allar varmakelduframsýningarnar ið hava verið.

Hann stóð fyri øllum og stuðlaði og uppmuntraði bæði ungum og eldri í tí tey fingust við av list og elskaði at hjálpa og fylgja teimum á leið.

Øll kundu vera við í Varmakelduframsýningini líka mikið, um tey júst vóru byrja at fáast við list ella um tey vóru millum tey bestu í landinum.
“Tað er týdningarmikið at vit hjálpa teimum ungu fram á listarliga pallin”, plagdi Frits at taka til.

So í ár verður Varmakelduframsýningin eitt sindur øðrvísi.
Vit hava savnað saman fleiri listaverk eftir Frits Johannesen og ynskja við hesu framsýning, minnast hann á Varmakeldu 2024

Framsýningin er opin, tá Ribarhús og Piddasahandil eru opin um Varmakelduna. Og kann síggjast í Ribarhúsi til 10. juli.

 

Sunnudagin 7.juli  kl. 16 hugleiðir Bárður á Lakjuni við tonkum og tónum  um Frits, sála.

 

 

 

 

Les onnur tíðindi