Søgan um heimavirksfelagið

-Tað var Petur Martin Petersen – leigari av Kunningarstovuni í Fuglafirði tá,  sum saman við nøkrum áhugaðum fólkum tók stig til fundin sum varð á Bókasavninum grækarismessukvøld í 1997.

Uppmøtingin var heilt hampilig so felag varð stovnað og 5 fólk vald í nevndina.Felagið fekk navnið “Fuglafjarðar Heimavirkisfelag.

Nevndin skuldi sum tað fyrst,  fara undir at finnað hølir í bygdini til virksemi og sølu av heimavirkaðum.  Og sum nummar tvey at fáa eitt   búmerki sum lýsti virksemi hjá hesum felag-

Ì 1990-unum stóðu nógv høli og bygningar runt um í Føroyum kaldir tómir og myrkir 🙁 …soleiðis var eisini her í Fuglafirði.

Vit forelskaðu okkum beinanvegin í handilsbygninginum hjá SP Petersen – best kendur sum Piddasahandil – mitt í bygdini stóð hann, ikki akkurát sum nakað prýðið tá – vindeygu og hurðar vóru “tilskalka” – hann sá tristur út má sigast.

Væl hjálpt av Petur Martin fingu vit í nevndini loyvi til at sleppa inn at síggja bygningin innaní … ikki akkurát nøkur upplyftandi sjón – har sá út sum “Jerusalems ødelæggelse” og heilt sikkurt ein bygningur alvorliga á veg at verða brotin niður bæði av elli – og av øðrum umstøðum. sum vóru uppi í tíðini tá.

Vit sóu tó heldigvís teir ríku møguleikar og styrkir hesin søguligi bygningurin átti og hildu at vit áttu at royna um vit ikki kundu fáa húsið í brúkiligan stand við eitt sindur av hjálp, møguliga frá teimum sum áttu bygningin og sanniliga – við vælvilja frá tá verandi eigarunum  fekk Fuglafjarðar Heimavirkisfelag innivist í gomlu handilshúsunum Niðri í Støð 14.

Og søgan hjá heimavirkisfelagnum og handilshølunum í Støð hava hingið saman síðan tá – ein sólskinssøga má sigast  – Heimavirkisfelagið og húsið…sum hesi árini eru komin til at hoyra meir og meir saman.

Hesin fantastiski bygningurin var sjálvandi til, langt áðrenn og hevði stórt og týðandi virksemi “í síni tíð”, men fekk nýtt lív við nýggjum innihaldi tá Heimavirkisfelagi slapp at gera hølini brúkilig til sítt virksemi i sístu helvt av 90-unum.

.…. og her fer at koma ein áhugverdur partur av søgu – myndir og orð frá byrjanini … 

Hesi gomlu søguligu og hugnaligu hølini, eru við viðlíkahaldi og nýgerð, vorðin alt betri og betri  egnað, til alt virksemi, ið Heimavirkisfelagið umboðar.

Og allarhelst reddaðu vit ein part av søgu, tá okkara frítíðarítriv slapp at flyta inn her.

Tí í 2004 keypti Fuglafjarðar kommuna nemliga hendan søguliga bygningin frá privatum – til Heimavirkisfelagið at brúka til sítt virksemi í ávíst áramál. Bygningurin er ikki total friðaður, men kommunnan valdi at friða hann “við skili, tvs. at man varðveitir sum mest av tí gamla, og nýtímansger við “nensom hånd”so tað gamla forsterkast og kemur “til sín rætt”saman við tí nýggja – og á hendan hátt kann bygningurin fungerað sum eitt livandi savn.

Her eru nógvir fjálgir hugnaligir krókar og tað ber til at ganga runt í húsinum, upp og niður gjøgnum knirkandi trappur og út og inn gjøgnum smalar gamlar hurðar og bara njóta huglagið…

 

 

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag hevur nógv góð endamál –

Eitt av teimum er at skipa fyri sølu av heimavirkaðum lutum.

Í Piddasahandil hevur Heimavirkið húsast síðani í 1997, og frá fyrsta degi av, kundu øll sum komu inn á gólvið, njóta ein kaffimunn við onkrum »heimabakaðum« afturvið. Nú fæst ein góður kaffidussur úr Lúkukaffi tá lúkan er opin 🙂

Í Piddasahandli fæst eitt rættliga breitt útval av heimavirkaðum lutum, sum limir felagsins lata inn, tað vil siga, at limirnir eiga hesar lutir, inntil teir eru seldir.

Her fáast eisini føroyskar bøkur og fløgur.

Flestu limir eru úr Fuglafirði og bygdunum her rundanum, men eisini fólk aðrastaðni úr Føroyum og føroyingar, sum búgva í útlondum, eru limir. Øll kunnu gerast limir, kostnaðrin er 150,- kr. um árið + 10% og 20% av tí, sum selt verður …sí aðrastaðni

Nógvir limir eru rættliga óførir at leggja lutir í Piddasahandil at selja – og uttan tey var eingin handil.

Fleiri av hesum og nøkur afturat vilja eisini fegin nýta ein ella tveir seinnapartar um mánaðin í Piddasahandli, soleiðis at handilin og Ribarhús kunnu hava opið hvønn dag.

Eru hesi fólkini ikki tøk, so ber ikki til at selja tað, sum liggur á teimum gomlu hillunum.

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag er áhugafelag burturav, tvs. at mest sum alt arbeiði verður gjørt sjávboðið og ólønt.