TÍÐINDI
Aðalfundur Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – 9. mars kl. 19.30 – í Ribarhúsi
21. mars kl. 20 – er konsert í Ribarhúsi við Jacobinu Ellingsgaard og bólki.
Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)
Ribarsloft: týsdagar í vetur kl. 10 til 12 er kafé fyri kvinnur 60+
Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
Stanley útgávutiltak í Ribarhúsi
Leygardagin 16. nov millum kl. 12 og 14 er Stanley í Ribarhúsi við nýggju fløguni-“Stanley No 8”.
Vónandi støkka nógv fólk inn á gamla gólvi í Ribarhúsi, har høvi verður at ognað sær fløguna og sjálvandi at fáa hana signeraða.
Eisini bjóða Stanley og Merete kaffiduss og sjokulátu.
Hetta er hansara áttanda fløguútgáva og hon hevur stutt og greitt fingið heitið
“Stanley No 8”.
Hann hevur sjálvur gjørt øll løgini og hevur eisini yrkt fimm av sangunum.
Hinar tekstirnar eiga m.o. brøðurnir Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus.
Les onnur tíðindi