TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
Andras Ellendersen (Andras Atlason) er brasilskt-føroyskt tónaskald, sangari og klaverleikari.
Andras hevur lisið klassiska kompositión hjá Samuel Andreyev og Harry Crowl, og er í løtuni undir mentor hjá Svend Hvidtfelt Nielsen. Hann hevur fingið verk framførd í Danmark, Føroyum, Brasil og Póllandi, og, í 2023, fekk hann bronsuvirðisløn á KORAL23 kompositiónskappingini (DK).
Á Tutl Records hevur hann eina serstaka útgávu av prog rock og jazz tónleiki íroknað sína solofløgu Atlantis (2022).
______________________________________
Andras Atlason – sang, klaver
Les onnur tíðindi