TÍÐINDI
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Sunnudagin 14. mars kl. 16 letur málningaframsýningin “Heðin Kambsdal sjeyti” upp í Ribarhúsi.
Tá framsýningin – ein framsýning við bæði yngri og eldri málningum letur upp, syngur Fuglafjarðar sangkór tveir sangir, Dávur Juul, borgarstjóri heldur røðu og ein góður kaffimuður verður afturvið.
Í samband við 70 ára dagin er gjørd ein áhugaverd løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Hesa kann man ogna sær, meðan framsýningin hongur uppi.
Løriftsmyndin er gjørd í avmarkaðum tali. Framsýningin hongur uppi til 29. mars.
Heðin Kambsdal sjeyti ár – ein heilsan frá Frits
Situr tú uppi á loftinum í kirkjurúminum
og treður urguna í ymsum durum –
í sunnan og norðan.
Henda ljósgongda leið bjarta –
rørir og nørir um hjartað,
har fjallagreinar kring bygdina – vagga í røttum anda
við ljóðsettum, litføgrum spæli ,
íð sæst um røkur danda
í alføgrum ljómi – har hvør tóni er ein fagur, tónsettur hjómi.
Heima við hús – í Geilini
dansa penslabørn tíni –
ein litfagran fegins dans,
sum gevur mongum – ans og sans
við litføgrum spæli –
bæði í sólarrenning og sólsetri
í várligum anda –
á sumri og vetri,
har litstrokini fevna eygnahvarm og barm-
bæði á børnum og vaksnum fólki.
Litspælið undan hansara penslabørnum-
setir seg í sinnið .. á morgni kring landið
og úti í víðu verð.
Hesin andi kemur undan skýráki,
sólarrenning, mánalýsi, norðlýsi við blaktrandi ljósi á norðaru leiðum, stjørnudusti
og skyggir og glampar á randvovnum fannarkava, ið liggur á fjallagreinum,
á ymsum teigum og hagapørtum,
sum liva í okkara hjørtum.
Hetta er ein sjeyti ára róður,
sum nú syngur ein ljóm –
í Fuglafjarðar sangkóri, kirkjuurguni og undan hansara penslabørnum –
í litbornum mátti.
Hjartaliga til lukku við tínum sjeyti ára drátti.
Hetta er ein tann fyrsti málningurin, ið Heðin hevur málað, tætt við har hann býr.
Les onnur tíðindi