Tíðindi

Jólaligt vikuskifti

Marjun í Lambanum í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp mikudagin 16. november kl 17  – Verið vælkomin til ein kaffimunn í tí sambandi. Framsýningin er fjølbroytt bæði í litum og motivum. Málningarnir eru av føroyskum bygdum og landsløgum, andlitsmyndum og eisini bíbilskum motivum. Marjun er ættað úr Norðragøtu, men hevur verið búsitandi í Fuglafirði síðan 1986. Marjun hevur verið á onkrum […]

Ribarsloft týsmorgnar kl. 10 til 12 – Kafé fyri kvinnur 60+

Tónleikaløta í Ribarhúsi týs. 15.nov. kl. 19

Vælkomin til tónleikaløtu í Ribarhúsi har næmingar frá Musikkskúlanum – sum eru við í Kamartónleikakapping –  spæla klassiskan tónleik. Møguleiki er at keypa sær ein duss við onkrum afturvið í Lúkukaffi.

Piddasahandil hevur heilt vist jólagávuna –

Vælkomin inn á gólvið – her fæst nógv spennandi til keyps 🙂

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – ein sólskinssøga – mitt í Fuglafirði í 25ár

…og hetta verður hátíðarhildið  tann 21.novembur í MH.- Har øll sum hava veri partur av virkseminum so ella so ígjøgnum hesi 25 árini eru vælkomin. Men tit mugu siga frá. Sí plakat.     Eitt sindur frá byrjanini: Á Grækarismessu tann 12.mars 1997  var stovnandi fundur á Kunningarstovuni – eini 10 fólk møttu. Ein nevnd […]

Tórfríð Larsen í Ribarhúsi 19.okt-14.nov

Framsýningin letur upp mikudagin 19.okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin. Tórfríð Larsen, er úr Klaksvík og er 22 ára gomul og nýfuglfirðingur. Hon sigur um seg sjálva: At mála og at vera kreativ, hevur altíð verið ein partur av mínum lívið. Mamma mín hevur mála nógv og hevur gingið á kvøldskúla hjá Archibald, […]

Ribarhús fríggjadagin 7. okt. kl. 17 – Spildurnýtt føroyskt spurnaspæl lagt fram 😊

Móttøka verður í Ribarhúsi fríggjadagin kl 17.00, tí vit geva út eitt spildurnýtt føroyskt spurnaspæl, ið kallast Bezzerwizzer. Tit eru øll hjartaliga vælkomin

Jógvan Martin Olsen málningaframsýning í Ribarhúsi.

Fríggjadagin 16.septembur kl. 17 –  er fernisering við  kaffi og smákøkum. –  Ólavur Larsen sigur nøkur orð og  Bárður á Lakjuni syngur. Mynd-evni eru  landskapsmyndir málaðar við akryl. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin hongur uppi til 10.oktobur.  

Sofus D Poulsen í Ribarhúsi

Mentanardagarnar her í húsinum byrja við fernisering hósdagin 1. september kl 17.30. Sofus kallar hesa framsýningina: “Litføgru oyggjar”. Til ferniseringina sigur Eyðun á Lakjuni nøkur orð og kórið ”Silvitni” syngur. Eisini verður ein  av Vínkúllunum til staðar og skeinkir vín. Hetta sigur Sofus: Eg hoyrdi einaferd eina søgu um Sámal Joensen Mikines, at hann, meðan […]