TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Tóra og Mirjam í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp týsdagin 30. apríl kl. 17:00. Har ein góður drekkamunnur er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin –
Tóra Hammer og Miriam Poulsen hava kenst síðan barnaár, og listin hevur altíð spælt ein stóran leiklut í teirra vinarlagi.
Tær hava aldrin teknað eins men hava tó altíð funnið íblástur frá hvørjari aðrari.
Hetta er fyrsta framsýningin, ið tær hava saman.
Tær vilja hátíðarhalda várið við einari litfagrari framsýning, ið fortelur um ljósari dagar.
Komið forbí og síggið myndirnar afturvið einum góðum drekkamunni!
Framsýningin letur upp 30. apríl kl. 17:00. og hongur í Ribarhúsi til umkring mitt í mai …
Komið forbí og síggið myndirnar hjá Tóru og Miriam.
Les onnur tíðindi