Um Ribarhús – navnið og annað
Ribarhús eitt gallarí, har nógvar ymiskar framsýningar hava innivist alt árið.- fyrstu ferð ein framsýning var í hesum hølinum – var í juni 2001.
- Ribarhús/gallariið er vælegnað til myndatøku, fyrilestrar, pallborð, konsertir, framløgur, merkisdagar, føðingardagar o.a.
- Ribarhús/ gallaríið hevur frá 2020 veri ein partur av Lúkukaffi.
sí. myndir niðanfyri her.
- Konsertir eru javnan í Ribarhúsi/gallarínum – og í 2024 hava vit fyri fyrstu ferð havt konsertir har vi hava selt atgongumerkir á “atgongum.fo” –
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag er eitt áhugafelag við nógvum sjálvbodnum virksemi, so avmarkað er, hvussu nógv ella lítið vit hava møguleika at veita fyri eina framførslu. Men avtalan kundi veri, at tann ella tey sum hava eina konsert her, eiga tað, sum kemur inn í atgongumerkja sølu.
Nógv listafólk – kend og minni kend, hava sýnt fram her síðan tá.
Listi við framsýningum og nøvnum heilt frá byrjan av og til 2019 liggur her á heimasíðuni síðuni
sum eitur "Allar framsýningar – frá 1997 og til 2019" –
- tær sum hava veri eftir 2019 liggja undir tíðindum -)
Við góðum ljósviðurskiftum er Ribarhús sera væl egnað til framsýningar av ymiskum slag, og hølini kunnu eisini nýtast til smærri tónleikatiltøk.
Fólk sum hava hug at sýna ella at hava konsert her, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum í Ribarhúsi.
Send teldupost til ribarhus@ribarhus.fo