Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Deil

Fríggjadagur 4. juli kl. 11.00 – 14.00

Mammukafé í Ribarhúsi –Prát og hugni

Í Lúkukaféini  fæst Poke-bowl og/ella ein góður dussur við onkrum søtum afturvið til keyps 🙂

Her er lætt at koma til við barnavogni

Ein framsýning við  patsjvørkteppum hjá Noomi í Dali hongur á gomlu veggjabrettunum í gallarínum, og í Piddasahandli fæst nógv lekkurt heimavirkað – eisini til smábørn 😊

Seinnapartin er opið til kl 17.30 – í Piddasahandli og gallarínum – og kaffidussur fæst til keyps í Lúkuni.

Fríggjakvøld 4. juli kl. 21 í Ribarhúsi

Konsert við Mariu og Bárði á Lakjuni

Lúkukaféin hevur góðar dussar og kondittarakøkur frá Marietta til sølu 😊

Piddasahandil er opin við lekkrum heimavirkaðum vørum, og søluframsýningin við patsjvørkteppum  hjá Noomi í Dali hongur á gomlu veggjabrettunum.

Leygardagin 5. juli er Ribarhús opið frá kl. 11 til 18

Lúkukaféin: til keyps fáast góðir dussar við kondittarakøkum frá Marietta og ymiskum heimabakstri.

Piddasahandil – okkara hugnaligi handil við heimavirkaðum vørum  hevur opið.

Gallaríið: Søluframsýning við patsjvørkteppum hjá Noomi í Dali  á gomlu veggjabrettunum

Sunnudagin 6. juli  – Ribarhús opið frá kl. 14 til 18.

                         

Kl. 15 og úteftir:

Serstakt tónleikatiltak  sum vit gleða okkum eyka nógv til!

Tí  tá  koma ymsir fuglfirðingar – ungir sum eldri – garvaðir og minni garvaðir at spæla styttri løg á nýggja flyglið. – Og ert tú ein, sum gjarna vilt gleða okkum við at koma at spæla hendan dagin, so sig endiliga til. 😊  Hetta er okkara háttur at ”innvíga” hetta prýðiliga ljóðføri, sum vit vóna fer at verða væl brúkt í framtíðini av øllum tangent-elskandi fuglfirðingum og øðrum við 😊

Í skrivandi løtu vita vit av góðum grundum ikki , hvussu nógvar spælarar vit fara at hoyra – vit bíða eftir svari frá fleiri

MEN

tað verður hyggeligt,  gott og ókeypis 😊

Komið og lurtið

😊Vit eru teimum, sum stuðlaðu hesum keypinum av flygli, so inniliga takksom – uttan teirra stuðul so var onki flygel her í húsinum!

Ribarhús – tónleikur – heimavirka – list og hugni – ALT á einum og sama stað 😊

Piddasahandil er opin, og í gallarínum hongur søluframsýning við patsjvørkteppum hjá Noomi í Dali á gomlu veggjabrettunum

VÆLKOMIN 😊

 

 

 

Les onnur tíðindi