Tíðindi

Vælkomin í hugnaliga gamla húsið mitt í býnum í Fuglafirði

Opið er í dag, sunnudag 4.juli, frá kl. 15 til kl. 18 Klokkan 16 spæla systrarnar Monika Stauss Joensen á violin og  Andrea Stauss Hofmann á klaver – klassiskar hugnatónar í Ribarhúsi – ókeypis atgongd –

“Lesiringurin Mirjam” á Piddasalofti týskvøldið, 19. januar kl. 20.00

Hetta er fyrsti av 5 “Lesiringum”, sum í vár vera  á Loftskontórinum í Piddasahandli, og tað er Hilda Viderø, sum skipar fyri “Mirjam lesiringunum” ið eisini eru í Tórshavn og í Klaksvík. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Francine Rivers hevur skrivað fimm bøkur um tær fimm kvinnurnar, sum eru nevndar í ættartalvu Jesusar. Páll á […]

soleiðis fer “Lúkukaffi” í Ribarhúsi at hava opið til jóla

Soleiðis verður opið frá viku 48 og til jólar Mánadag og týsdag er stongt Mikudag  kl.14.00 til 17.00 Hósdag  kl.10.00  til 17.00 og hósdagar  er suppa frá kl. 11.30 …til uppi er 😉 Fríggjadag kl.14.00 til 17.00 Leygardag kl.11.00 til 14.00 ( í smb við tiltøk longri opið) Sunnudag  opið í smb. við tiltøk Piddasahandil […]

Summartónar í Ribarhúsi – mánadagin 15. juni kl. 19.30

Sum part av Summartónum, fara tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, at spæla konsert í Ribarhúsi mándagin 15. juni kl. 19.30 Tey bæði hava saman framført víða um. Tvær stórar konsertferðir í U.S.A. í 2005 og aftur í 2016, har ið tey vóru gestir hjá ungverska dirigentinum Frederic Balazc, sála. Tey […]

…framsýning sum er verd at vitja!

í gjár, 1.juni lat Jórunn D. upp eina framsýning í Ribarhúsi og rættiliga fitt av fólki kom á gátt. Haldi at hetta sum Kára S skrivaði á sínum FB vanga í gjárskvøldið er so lívsjáttandi, fitt og positivt: Í dag lat fantastiska listakvinnan Jórunn Dánjalsdóttir( í miðjuni) upp, framsýnig í Ribarhúsi í Fuglafirði og tað […]

vit lata uppaftur :)

Fyrsta juni letur húsið upp aftur – vit byrja við eini listaframsýning, sum letur upp kl. 15 í Ribarhúsi. Hjartaliga Vælkomin í Ribarhús og Piddasahandil.   Minnist til at gott handreinføri og    frástøða minka alvorliga um smittuvanda – av øllum møguligum slag-

Ribarsloft-kvinnukafé 60 + hvønn mánamorgun í vetur kl. 10 til kl.12

og hvønn mánamorgun millum kl.10 og 12. hittast kvinnur  umkring tey 60 🙂  – á Ribarslofti til  hugna – ein góðan drekkamunn – stokkaklirr og prát 🙂 Allar umkring tey 60 🙂 pluss/minus – eru hjartaliga vælkomnar – síggjast á Ribarslofti mánamorgnar í vetur  kl. 10 til kl. 12

Málningaframsýningin á Varmakeldu fimmti ár í ár.

Tað verða teir gomlu – teir fyrstu listamenninir í Fuglafirði: Símun Olivur Johannesen, Kristjan Hansen- Kristjan hjá Benadikt, Kristjan Vígdá, Valdemar Djurhuus, Símun Pauli(Poll) Øre og Hans J. Hansen, yngri á Brúnni, sum eru við í hesi fyrstu framsýningini. Henda sýningin er eins og ein lunnbót til fleiri aðrar sýningar, sum fara at verða í […]

Varmakelduframsýningin fimmti í ár – 1969 – 2019

Varmakelduframsýningin verður fimmti í ár og ætlanin er at gera nógv burtur úr. Rættiliga nógv listafólk hava reagerað uppá innbjóðingina um at vera við, so vit gleða okkum til nógvar spennandi framsýningar, innan fleiri listagreinar, sum koma at húsast í fleiri hølum í Fuglafirði. Vit byrja “fimmti ára feiringina”  við eini upphiting longu 1. – […]