Summartónar í Ribarhúsi – mánadagin 15. juni kl. 19.30

Deil

Sum part av Summartónum, fara tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, at spæla konsert í Ribarhúsi mándagin 15. juni kl. 19.30

Tey bæði hava saman framført víða um. Tvær stórar konsertferðir í U.S.A. í 2005 og aftur í 2016, har ið tey vóru gestir hjá ungverska dirigentinum Frederic Balazc, sála. Tey framførdu á konsertum í California og í Arizona. Eisini vóru tey fyrrárið á ferð í Týskalandi og í Sveis, har konsertir teirra fingu sera góð ummæli.

Men Monika og Ólavur hava eisini dúgliga spælt her í Føroyum, og konsertir teirra hava altíð verið væl fagnaðar. Tey stremba eftir, at geva áhoyrarum eina góða uppliving við spennandi tónleiki, meðan tey so hvørt siga nøkur orð um tað, ið spælt verður. Nærvera í og um tónleikin.

Tey bæði eru eisini virkin hvør sær sum tónleikarar.

– Monika er virkin sum spælari um alt landið, og ikki minst í nærumhvørvinum í Leirvík, har ið hon býr. Hon framførir eisini regluliga við øðrum tónleikarum, m.a. systur síni Andreu sum er urguleikari og býr í Sveis, hon kundi tíverri ikki luttaka á Summartónum í ár vegna Korona-stongsulin. Monika er harumframt eisini fastur limur í Føroya Symfoniorkestri.

– Ólavur er limur í Aldubáruni, men hann mann hava spælt saman við flestøllum føroyskum tónleikarum og sangarum. Hann hevur luttikið á ørgrynnu av innspælingum og sendingum í sjónvarpi og útvarpi. Seinnu árini hevur hann mangan verið á konsertferð uttanlands sum einleikari á gittar síni.

Á konsertini í Fuglafirði verða at hoyra tónar eftir m.a. Paganini, Bach og Beethoven. Eisini verður okkurt føroyskt og okkurt forkunnugt úr Sveis á skránni.

Konsertin varir slakan tíma og atgongumerki fáast til keyps við dyrnar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les onnur tíðindi