TÍÐINDI
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Í Ribarhúsi 12 mars – Hugnakvøld og Aðalfundur
So deiliga nógv møttu upp – Takk fyri ein siðiligan og góðan fund. Fyrst ein góðan drekkamun við lekkrari lagkøku frá Marietta.
So eina góða og gevandi framløgu frá Moniku Mohr.
Kristian Martin legði roknskapin fram – vit eru bara heilt tilfreds við tølini – har kundi sikkurt staðið betri til …men sanniliga eisini nógv verri 🙂
Limagjaldið er kr. 150,- eisini komandi ár.
Vit viðgjørdu innkomin uppskot og fundurin gjørdi av, at vit frá 1. mai 2024 broyta % ini til, at øll sum leggja lutir inn at selja og sum passa handilin minst “eitt vist tal av døgum” um árið ella gera annað “hjálpararbeið” í húsinum – gjalda 10% – øll hini gjalda 20% til húsið.
Nevndin heldur fram – tó við tí broyting at vit hesaferð fingu ein eykalim við afturat, so nú eru vit aftur 7 tilsamans. Nevndin skipar seg fyrst í komandi viku. 🙂
Og vit royndu fyri fyrstu ferð okkara “nýggju” kanón í Ribarhúsi – ein arva ein, sum Finnur hevur sett upp undir loftið – alt fungeraði. Rógvi hjálpti okkum at fáa bestu góðsku á myndina og vit brúktu okkara tráleysu mikrofon – alt riggaði ordiliga væl.
————————-
Orð um 2023 í Ribarhúsinum.
Hvat er eitt hús við sál og hvussu verður eitt ”deytt” hús livandi við hugna og hita ?
Eisini 2023 var okkara hús eitt livandi og opið hús, takka veri øllum sum tóku tøk her á nógvum umráandi økjum – s.s at hava opið, at leggja lutir inn at selja, at gera upp úr kassabók til flytingar – at hava stýr á tølunum, at flyta pengar á konto hjá teimum sum selja , at skipa fyri ymiskum sum ger húsið livandi og spennandi at vitja t.d. í samband við serligar dagar í Fuglafirði, at gera mánaðarliga ”passapiddasalistan”- at gera handilin til ein spennandi heimavirkishandil at koma inn í – at hava Lúkukféina opna so nógv sum tað ber til, at vera fyrikomandi og blíð við vitjandi bæði føroyingar og útlendingar – osv..osv og ikki at forgloyma kunningarKristinu sum virkiliga ger mun her í húsinum😊
Eg var aftur í ár positivt yvirraska yvir – tá eg sat og skimmaði ígjøgnum mánaðirnar- hvussu aktivt hetta lítla svarta húsið var, eisini í 2023.
Januar var sum altíð sera friðarligur – men her var opið 😊 og fyrsta málningaframsýningin í Ribarhúsi læt upp síst í januar tað var Jacob Fuglø sum sýndi fram. Fyrst í februar lýstu vit við opið mán -frí 13 til 16- hós 11.30 til 16 og ley 11-14. Lúkusuppan kom afturíaftur 2.feb eftir pausu frá fyri jól – og málninga framsýning nr 2 lat upp umkring 20. tá Miriam Poulsen sýndi fram sínar myndir allan februar
Lúkan hevði javnt opið- tó mest við suppuhósdøgum – og nevndin tók avgerð um at vit skulu royna at skipa fyri ”Støkk upp”sølu í samband við BFí apríl – vit hava ofta gjøgnum árini tosa um at skipa fyri onkrum líknandi og í fjør bleiv tað so veruleiki
Og vit fóru í holt við at fyrireika”Støkk upp”søludagarnar.
Edith Mørkøre lat upp framsýning í mars – hon er tann framsýnarin sum hevur duga best at brúkt okkara fantastisku hølir fult út ,við í fleiri ár at havt framsýningar í Ribarhúsi og kreativ skeið á Ribarslofti – ein sera góð kombinatión sum fleiri kundu brúkt.
Gudny ”sjeinar” handilin og nógv nýggj vøra kemur inn – og summar royna at leggja hugfarsligar myndir út á FB so fólk kunnu síggja hvussu nógv lekkurt heimavirkað er at fáa her. Gott um vit allar hugdu oftari inn á FB-síðuna hjá Piddasahandli og Ribarhúsi og vóru raskari at ”deila” myndir úr húsinum – bara á tann hátt kemur kunning um handil og hús okkara longri út millum fólk
Í mars og apríl lýsa vit nógv við ”Støkk upp”tiltakinum- har15 ymiskar fyritøkur og einstaklingar eru við. Tiltakið er í døgunum 20 til 22apríl. Opið er 10 til 18 – Lúkukaffi hevur opið langar dagar -við suppu ella tertu og ”lekkrum” afturvið kaffidussunum. Piddasahandil hevur sera nógv vitjandi inni á gólvinum og góður stemningur er um alt húsið. Vit royndu eisini við at lýsa á Rás 2 við einari stuttligar lýsing sum Herborg legði kropp og mál til (!! spæl hana )😊 ein stuttlig og sigandi lýsing. Framsýningin í Ribarhúsi hesar dagarnar var við vørum sum vóru til sølu frá teimum sum luttóku á Støkkupp. Hetta tóku Anette og Gudny sær av og væl bar til- ein sera flott og ørvísi framsýning. Á okkara heimasíðu www. Ribarhus.fo liggur eitt myndasavn við myndum og øðrum frá hesum døgunum.
”Støkkupp” sølu dagarnir vóru ikki nøkur gullgruba hjá okkum – eg hugsi peningaliga – men í aðrar mátar vóru hetta sanniliga nakrir ríkir dagar – nógv fólk vitjaðu inn á gólvið og hugnaðu sær runt umkring inni og uttanfyri í góðveðrinum og nógvar suppur fóru um lúkukantin fólk keyptu kaffidussar osv.
Og at luttakandi fyritøkur og fólk hugnaðu sær meðan tey vóru her, telur í okkara verð sera nógv. Hetta var ein góð reklama fyri okkara hús og okkara bý😊
Hesar dagarnar skipaðu vit eisini fyri framløgum har smærri fyritøkur og einstaklingar kundu koma inn og fortelja um teirra virksemið. Og eina spontana ”mótasýning” seinnapartin leygardag -høvdu vit eisini á skrá, við livandi ”modellum” har alt møguligt sum var til sølu onkunstaðni í húsinum var víst fram – …eitt stuttligt og fresj inslag har Marita Øre var ”kofiransje” og stýrdi sjovinum uppá ein góðan og stuttligan máta.
Afturmeldingarnar frá teimum luttakandi til Støkkuppsøluna” vóru positivar og góðar, og gevur hug og mót uppá at royna aftur í ár – tó kanska við eitt sindur færri luttakandi…nu fårvise 😊
Kvøldskúlin hevði framsýning í Ribarhúsi umkring Flagdagin sum vanligt hevur veri nú í nøkur ár.
Eli Smith sýndi fram allan mai og Øssur Mohr var allan juni til og við Varmakeldu. Í Juni høvdu vit eisini Summartónar í Ribarhúsi í fleiri umførum – fyrst við løttum klassiskum tónleiki við Moniku á violin og Andreu systir hennara á klaver og síðani fólkatónleikabólkin ”Móðir jørð” við mold undir neglunum –
Á Varmakeldu var opið meir enn vanligt og her var fitt av fólki inni – Øssur skipaði seinnapartin sunnudag fyri einum tónleika tiltaki har MC Restorff sang .
Allan juli hevði Dorte Jensen framsýning við seymaðum portrettmyndum – hon kemur í mai í ár at hava skeið á Ribarslofti – okkurt pláss er tøkt har enn -um onkur kundi hugsa sær at lært at seyma eitt portrætt.
Síst í juli og allan august hevði Lív í Bajanstovu framsýnig. Og meðan hon er í Ribarhúsi skipa Heidi og Randi hjá Ragnvald fyri framsýning á Ribarslofti í 14. dagar.
Og vit gera okkum klár til MD fyrst í september. – Bank Nordic savnið heingir eina sera áhugverda og flotta framsýning upp í Ribarhúsi – Piddasahandil hevur nógv opið og eisini Lúkan – Leygardag og sunnudag hevði ELVA ”mála á leir kafé”á Ribarslofti –
Man kundi keypa sær ein duss í Lúkuni og hava hann við uppá, har møguleiki var at keypa sær ein leirlut ella fleiri at mála á – hetta var bæði fyri børn og vaksin og var sera væl vitja.
Vit høvdu tónleikakafé í Ribarhúsi bæði leygardag og sunnudag har fleiri ymisk framførdu og nógv fólk vóru inni og lýddu á hugnaðu sær við onkrum góðum úr Lúkuni.
Mitt í septembur skrivar Gudny á FB síðuni hjá Piddasahandli …. ” Fittastu klæðini til tey smáu ” og ”Úrvæli til tey ungu” …. Og leggur lekkrar myndir út – til okkum at ”deila” á okkara profilum… vit mugu royna at gera meir við tað fyri at hjálpa handlinum hjá okkum 😊
Í septembur lýsa vit við jólasølu – at vera 25. og 26.novembur.
Bank Nordic framsýningin hongur næstan allan oktobur, tó síst í mánaðinum letur Dania Jóansdóttur upp eina framsýning sum hongur til 23. november. tá vit fara at gera klárt til jólasølu.
Jólasølan byrjar fríggjadagin 24. nov við at hekklaða jólatræið verður tendra á Ribarslofti – VEGA syngur nakrar sangir og Lúkukaffi er opið. Rósa tekur jólaligar myndir á Loftskontórinum og eina 8 til 10 kreativar sálir selja heimagjørt í gallarínum . Á Ribarslofti er ELVA við ”mála á leir verkstovu” leygardag og KRIA ”smúkkuverkstaður” sunnudag – báðar verkstovurnar vóru væl vitjaðar og tað sama var jólasølan – tó tað er altíð misjavnt hvat verður selt hjá hvørjum einstøkum- men sigast skal eisini at prísurin fyri at luttaka er sera sámuligur.
Lúkan seldi sístu suppuna í 2023 hósdagin 7. desember og har hevur ikki suppa veri serverað síðan tá …nú vit hava 12. mars…2024 ..
Allan desembur hingu troyggjur úr Piddasahandli á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsi. Og vit høvdu okkara jólahugna her týsdagin 12. des. Tað riggaði bara heilt væl við góðum mati og undirhaldi sum ”Hugnaløtur” skipaðu fyri okkum <3 – havi hug at skoyta upp í …at hatta gera vit aftur 😊
Nýggja bókin um Fuglafjørð varð eisini framløgd her í húsinum í des og VEGA hevði eina vælvitjaða hugnaliga jólakonsert tann 19. desembur har bæði Handilin og Lúkukaffi høvdu opið.
Vit hava ”verðsins lekkrasta” handil við heimavirkaðum vørum og hann hevur veri serdeilis væl passaður hesi sístu árini og tað sæst eisini aftur …bæði í sølutølum og við berum eygum 😉 – Vit hava fanastiskar umstøður her í húsinum til alt møgiligt bæði kreativt og mangt annað T.d var húsið útleiða fleiriferðir í fjør til ymiskar hátíðardagar sum privatfólk skipa fyri, onkuntíð bara loftið og onkuntíð báðar hæddir – Kafé fyri kvinnur 60+á Ribarslofti var eisini í fjør eitt gott og afturvendandi tilboð týsmorgnar frá kl. 10 til 12 tað eru konur við tilknýti til húsi skipa fyri.
Og Lúkan hevði opið nærum hvønn hósdag í 2023 við suppu og omaná og varð yvirhøvur sera nógv vitja …og tað ER stuttligt tá fólk stuðla og síggja tað góða og positiva í einum tiltaki sum hesum við Lúkuni. Øgiliga ofta at avbygdafólk hava havt á orðið hvussu fantastiskar møguleikar vit hava her.
Kanska síggja vit tað ikki so væl sjálvi … tað er sum í sanginum Nánd
Nevndin hevur arbeitt væl saman um nógv, eisini í farna árið og eg vil takka teimum fyri at tær vilja leggja rygg, bein hendur og hugflog í hetta húsið ….og tankin um at fáa eitt sindur meiri søgu inn her, er nakað vit spakuliga arbeiða við eisini. Tí spurdu vit eftir gomlum myndum hiðani herfyri 😊so eiga tit nakrar ella vita um nakrar sigið okkum frá 😊
Vit hava eisini tosa nógv um upp og afturlatingartíðir og hetta vi 10% ella 20% av sølu… ella meir ella minni …men ongin niðurstøða er gjørd enn … og navni FFHVF hevur eisii veri uppi at vent … eitt øgiliga laaangt navn . Kanska vit gera eina navnakapping einaferð í framtíðini …
Og í fjør fingu vit lønt vaskifólk – sum hevur ábyrd av at vaska gólvini og trappurnar í húsinum, einaferð um vikuna og WCini tvær ferðir – Tað eru vit taksom fyri og tað burdi veri ein stór og góð hjálp hjá okkum øllum😊
Takk fyri 2023 og takk fyri tykkum 🙂
Les onnur tíðindi