Tíðindi

Summartónar í Ribarhúsi frí 9. juni kl. 10 til 12 og ley. 10. juni kl. 15 til 17
Kom ein túr í Ribarhús og njót góðar klasiskar tónar saman við listaframsýningini hjá Øssuri J Mohr. Ein góður kaffidussur fæst til keyps í Lúkuni 🙂 Ókeypis atgongd

Øssur Mohr í Ribarhúsi
Týsdagin 6. juni kl 17. letur framsýning upp í Ribarhúsi við verkum hjá listamanninum Øssuri Mohr. Til upplatingarløtuna syngur Jákup á Lakjuni nakrar sangir, og hann fer eisini at siga nøkur orð og hava eitt prát við Øssur um listina. Ein kaffimuður við onkrum afturvið verður at fáa. Framsýningin er opin til 2.juli 2023

Eli Smith í Ribarhúsi.
Framsýningin letur upp 12 mai kl 17 Døgg Nónsgjógv syngur – og ein kaffidussur er at fáa – øll eru vælkomin. Føroyski listamaðurin Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari (sokallaðir grótmálningar) og í næstu løtu sker […]

Alt í einum og sama húsi 20., 21. og 22. apr. 2023
STØKK-UPP í Ribarhúsi 20., 21. og 22. apr. 2023 10.00 – 18.00 Alt í einum og sama húsi LÚKUKAFFI – hevur opið við ymiskum leskiligum – bæði søtt og ósøtt PIDDASAHANDIL – hevur sera lekkurt, flott og fjølbroytt úrval av ymiskum heimavirkaðum GALLARÌIÐ – verður karmur um eina øðrvísi framsýning og ein pall. ”vøru og […]

“Støkk upp” sølumiðstøð í Ribarhúsi
SPENNANDI 🙂 Hesi fara øll at hava “sølustað” onkunstaðni í Ribarhúsinum 20. til 22. apríl 🙂 Handilin Diana art & craft Ùtistovugarðurin á Trøllanesi

Edith Mørkøre í Ribarhúsi við PRENTVIKUM – hesaferð við KLÆÐISPRENT
Í samband við PRENT VIKURNAR í Fuglafirði í døgunum frá 24. mars til og við 14. apríl, verður í ár varpað ljós á KLÆÐISPRENT. Tá ið framsýningin letur upp fríggjadagin 24. mars bjóðar Edith kaffi/te og gott til góman frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Øll eru vælkomin inn á gólvið og bjóði endiliga øðrum […]

Ribarhús 20.-22. apríl: Fleirfalt STØKK-UPP
Í døgunum 20.-22. apríl 2023. Tað verða fleiri handlar, fyritøkur og einstaklingar, sum koma at hava sølustøð runt um í húsinum hesar dagarnar, meðan Bindifestivalur er í býnum. ØLL eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvi her. – tað er ókeypis at koma inn !! Piddasahandil – okkara heimavirkishandil er sjálvandi eisini við, og […]

Miriam Poulsen í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp leygardagin 25. februar kl.16 – tá fæst ein kaffimuður og øll eru vælkomin. Miriam er 22 ára gomul og uppvaksin á Sandi. Hon sigur soleiðis um seg sjálva: Mær dámar væl at tekna løtumyndir, tær smáu løturnar í gerandisdegnum. Mín gerandisdagur fer við børnunum í barnagarðinum og frítíðarskúlanum á Sandi, og tað […]

Aðalfundur á Ribarslofti 11. mars 2023
Til allar limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag Aðalfundur við morgundrekka verður á Ribarslofti leygardagin 11. mars 2023 kl. 11.00 Byrjað verður við morgundrekka FYRIBILS SKRÁ TIL AÐALFUNDIN: Val av fundarstjóra og fundarskrivara Frágreiðing frá farna ári Framløga av grannskoðaðum roknskapi Val av nevnd og tiltakslimum Val av grannskoðara Ásetan av limagjaldi Mál til viðgerðar (uppskot frá […]